info
Ongi úrslit

Átta klipp í Eyst­ur­oy – sjey fyri ferð og eitt fyri fartelefon

Løgreglan skrivaði sjey klipp fyri ferð í Eysturoynni. Ein bilførari fekk eisini klipp fyri at tosa í fartelefon undir koyring.

Eirikur Lindenskov
11. november 2026 kl. 07:40

Fimm bilførarar fingu klipp, tá løgreglan mátaði ferðina við lasara Millum Fjarða. Teir koyrdu millum 107 og 111 kilometrar um tíman.

Í Fuglafirði varð ein bilførari mátaður at koyra 107 kilometrar um tíman. Í Søldarfirði koyrdi ein bilførari 82 kilometrar um tíman, har hámarksferðin er 60.

Á Søldarfjarðarleiðini fekk ein bilførari eisini klipp fyri at tosa í fartelefon undir koyring. Vaktleiðarin sigur, at løgreglan hevur havt eyguni eyka við fartelefonnýtslu í sambandi við átakið saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd, »Koyr bil, tá tú koyrir bil«.

Annars var friðarligt hjá løgregluni í nátt.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4. november kl. 16:31

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgmaður valdi tingfundin fram um at hitta Zelenskyj

15 minuttir síðan
Tíðindi

Marknaðarvirðið hjá Nvidia fall 2.600 milliardir krónur

48 minuttir síðan
Tíðindi

Fólkatalið vaks við 881 – flyt­ing­in stend­ur fyri mesta vøkstri­num

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza trívist undir trýsti

2 tímar síðan
Tíðindi

USA ákærir tríggjar menn í máli um bretska hernaðarstøð

4 tímar síðan
Tíðindi

Rættarmálið hjá Trump móti BBC kann halda fram

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

6 tímar síðan
Tíðindi

56 fleiri í Sunda kommunu eftir einum ári

8 tímar síðan
Hondbóltur

Pengarnar 750 ferðir aftur um Føroyar vinna EM-gull

9 tímar síðan
Tíðindi

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

9 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: KÍF vann stórsigur á H71 2

10 tímar síðan
Tíðindi

Stuttfilmur um Lítla Dímun vann heiðursløn

10 tímar síðan