Marknaðarvirðið hjá amerikanska tøknifelagnum Nvidia er minkað við meira enn 400 milliardum dollarum, umleið 2.600 milliardum krónum, síðani vikuskiftið. Tað skrivar Ritzau við Reuters og AFP sum keldum.
Partabrævið fall fýra prosent mánadagin og meira enn fimm prosent í gjár. Eftir fallið var Nvidia í gjár triðmest verda felagið í heiminum, aftan fyri Apple og Microsoft.
Fallið kemur, eftir at stjórin Jensen Huang viðurkendi at hava havt eitt samband við eina sølukvinnu, og nevndin setti eina kanning í verk. Nevndin sigur, at hon onga orsøk hevur at halda, at vinnuloyndarmál hjá Nvidia ella trygdin hjá USA eru komin í vanda. Huang heldur fram sum stjóri, meðan kanningin fer fram.