info
Ongi úrslit

Løgmaður valdi tingfundin fram um at hitta Zelenskyj

Beinir Johannesen varð verandi í Føroyum fyri at vera á tingfundinum í dag, har løgmaður og landsstýrisfólk fáa munnligar fyrispurningar frá tingfólki. Løgtingið skal eisini atkvøða um ein skrivligan fyrispurning um upptøkuna á Rásini.

Eirikur Lindenskov
11. november 2026 kl. 08:21

Beinir Johannesen, løgmaður, fór ikki til Keypmannahavnar at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum vitjar í Danmark í gjár og í dag. Løgmaður sigur við in.fo, at hann varð verandi í Føroyum, tí hann skuldi á tingfund í dag.

Lesið eisini: Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Tingfundurin byrjar klokkan 11. Munnligu fyrispurningarnir til løgmann og landsstýrisfólk eru annað mál á skránni. Framløga er síðsta mál.Spyr, hvør sleppur inn á Rásina

Fyrst skal Løgtingið atkvøða um, hvørt ein skrivligur fyrispurningur frá Sámali Peturi í Grund skal setast Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum.

Rásin er sambært reglugerðini frá 2016 eitt heildartilboð við bústaði, arbeiði og fakligari menning fyri ung við menningartarni, sum eru liðug við fólkaskúlan.

Sámal Petur í Grund vil hava at vita, um reglugerðin framvegis er galdandi, hvør málbólkurin er í dag, og hvørji krøv verða sett teimum, sum søkja. Hann spyr serliga, um umsøkjarar skulu vera sjálvbjargnir fyri at sleppa inn, og hvønn týdning tørvurin á stuðli ella hjálp hevur fyri avgerðina.

Í viðmerkingunum vísir hann á, at Rásin lýsir sjálvbjargni sum eitt mál við skúlagongdini. Hann vil tí hava greiðu á, um ung við størri menningartarni og størri stuðulstørvi hava sama møguleika at sleppa inn sum onnur í málbólkinum.

Hann spyr eisini, hvussu nógv søktu til skúlaárið 2026/2027, hvussu nógv fingu noktandi svar og hví. Harumframt vil hann hava at vita, hvør situr í bólkinum, sum tekur avgerð um upptøkuna, og um landsstýrismaðurin heldur, at upptøkan í dag samsvarar við málbólkin í reglugerðini.

Skrivligi fyrispurningurin hjá Sámali Peturi í Grund

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4. november kl. 16:31

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Marknaðarvirðið hjá Nvidia fall 2.600 milliardir krónur

48 minuttir síðan
Tíðindi

Átta klipp í Eyst­ur­oy – sjey fyri ferð og eitt fyri fartelefon

55 minuttir síðan
Tíðindi

Fólkatalið vaks við 881 – flyt­ing­in stend­ur fyri mesta vøkstri­num

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza trívist undir trýsti

2 tímar síðan
Tíðindi

USA ákærir tríggjar menn í máli um bretska hernaðarstøð

4 tímar síðan
Tíðindi

Rættarmálið hjá Trump móti BBC kann halda fram

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

6 tímar síðan
Tíðindi

56 fleiri í Sunda kommunu eftir einum ári

8 tímar síðan
Hondbóltur

Pengarnar 750 ferðir aftur um Føroyar vinna EM-gull

9 tímar síðan
Tíðindi

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

9 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: KÍF vann stórsigur á H71 2

10 tímar síðan
Tíðindi

Stuttfilmur um Lítla Dímun vann heiðursløn

10 tímar síðan