Amerikanska løgmálaráðið hevur kunngjørt ákærur móti trimum monnum í sambandi við eina hending við bretsku hernaðarstøðina RAF Fairford í september. Tað skrivar Ritzau við AFP sum keldu.
Bretska løgreglan fór undir at kanna málið eftir eina fráboðan frá einum bónda í økinum. Tveir aðrir menn vórðu ákærdir í Bretlandi í oktober fyri teirra ætlaða leiklut í málinum.
Amerikanski herurin hevur brúkt støðina í sambandi við álop í Iran. Sambært amerikanska ákæruvaldinum verða teir tríggir menninir eisini settir í samband við aðrar ætlanir um at stuðla iransku kollveltingarhirðini.