info
Ongi úrslit

Bakkafrost rindar líka nógv sum blokkurin úr Danmark

info
Eirikur Lindenskov
28. februar 2017 kl. 12:13
Skatturin av virkseminum hjá Bakkafrost fyllir áleið líka nógv í landskassanum, sum ríkisveitingin úr Danmark .Soleiðis verður føroyski landskassin størsti avtakarin av vinningsbýtinum og skatti annars, sum Bakkafrost rindar. Tilsamans rindar Bakkafrost samtakið yvir hálva milliard beinleiðis í skatti. Rúni M. Hansen er nevndarformadur í Bakkafrost, og er tað tí hann, sum í síðsta enda skal taka støðu til, hvat skal skjótast upp á aðalfundinum, og hvussu nógv vinningsbýtið skal rindast. Aðalfundurin er evsta vald í felagnum, og partaeigaraskarin er smáttbýttur yvir fleiri lond, og eingin einstakur partaeigari eigur yvir 10 prosent av partapeninginum. Rúni M. Hansen sigur við info, at tá felagið í 2010 var skrásett á keypskálanum, og fólk og stovnar vóru boðin við at seta pening í felagið, varð sagt, at felagið hevði sum mál at gjalda millum 30 prosent til 50 prosent av yvirskotinum, aftan á skatt, út í vinningsbýti. – Hetta hava vit gjørt á hvørjum ári síðani. Ein stórur partur av yvirskotinum er annars farið til íløgur, millum annað Havsbrún í Fuglafirði, smoltstøðinar á Viðareiði og við Strond í Klaksvík, nýggja virkið á Glyvrum og í tey trý størru skipini, vit hava keypt, umframt tvíkiljur og aðrar íløgur, sigur Rúni M. Hansen. Spurdur, hvussu nógvar av teimum 425 milliónunum enda í føroyska landskassanum, sigur hann, at umleið 125 milliónir fara beinleiðis í landskassan. Sambært roknskapinum,sum varð framlagdur í gjár, verða harafturat 294 milliónir goldnar í partafelagsskatti og 108 milliónir í umsetningsskatti. Sostatt er samlaði skatturin, sum Bakkafrost samtakið rindar í skatti fyri árið 2016, 527 milliónir krónur. Umframt beinleiðis skattin hjá Bakkafrost-samtakinum og vinningsbýtisskattin, so fær landið eisini lønarskatt frá starvsfólkunum hjá Bakkafrost. Tilsamans rindaði Bakkafrost í fjør 328 milliónir krónur lønum. Siga vit at umleið ein triðingur ella gott og væl tað er goldið í skatti, so er tað um tað lagið, at landið fær meira inn í skatti av virkseminum hjá Bakkafrost, enn landið fær í ríkisveiting úr Danmark, sum er 641,8 milliónir krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Suðurkorea sendi stríðs­flog­før eft­ir russ­iskum flogførum

41 minuttir síðan
Tíðindi

Partur av íslendska fiskiflotanum kann fara at landa í Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Skotskt flogfelag lækkar prísirnar fyri oyggjabúgvar

4 tímar síðan
Tíðindi

Skipasmiðja við 60 starvsfólkum á húsagang í Noregi

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Serligt at spæla landsdyst á Tórsvølli

6 tímar síðan
Tíðindi

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

7 tímar síðan
Tíðindi

Nær sleppa fleiri at fram­leiða streym inn á net­ið hjá SEV?

7 tímar síðan
Ítróttur

Fimm íkarar úttiknir til HM í inniróðri

8 tímar síðan
Tíðindi

Jólahugni í Plantasjuni

8 tímar síðan
Fótbóltur

Aluminij mátti lúta fyri oddaliðnum

9 tímar síðan
Tíðindi

Danmark bann­ar far­tele­fon­um í skúl­um frá næsta skúlaári

9 tímar síðan
Tíðindi

Kommunurnar taka undir við áheitan um hægri samsýning til fosturforeldur

9 tímar síðan