Tveir nýggir verjuadvokatar skulu verja Marius Borg Høiby, son norsku Mette-Marit drotning, tá kærumálið móti honum kemur fyri rættin næsta ár.
Tað váttar Alexander Greaker, annar av nýggju verjunum, fyri norska miðlinum VG. Hin er Daniel Storrvik.
Teir boða frá, at teir fara at leggja nýggj prógv fram og føra nýggj vitni í kærumálinum. Málið er at fáa Høiby fríkendan fyri álvarsligastu ákærurnar.
Alexander Greaker vil tó ikki siga nærri, hvussu verjan verður løgd til rættis. Fyrst skulu advokatarnir hava tíð at seta seg gjølla inn í málið, sigur hann við VG.
Dømdur fýra ára fongsul
Høiby varð í juni dømdur fýra ára fongsul fyri tvær neyðtøkur, harðskap og misnýtslu í tøttum sambondum og fleiri brot á eitt forboð móti at seta seg í samband við ella vitja ávís fólk.
Hann kærdi dómin beinanvegin. Kærumálið skal viðgerast frá 9. februar til 5. mars 2027.
Ellen Holager Andenæs og Petar Sekulic vardu Høiby í Oslo tingrett. Umframt fongsulsdómin varð hann har fríkendur fyri tvær aðrar neyðtøkuákærur.
Kærumálið verður viðgjørt í Borgarting lagmannsrett, sum skal taka støðu til skuldarspurningin, revsingina og møguligt endurgjald til órættaðu persónarnar.
Við dóminum í juni varð Høiby álagdur at rinda tilsamans 640.000 krónur í endurgjaldi til fýra órættaðar persónar.
Færri ákærur skulu viðgerast aftur
Málið í fyrsta rætti vardi í sjey vikur. Kærumálið er sett til at vara í fýra vikur.
Orsøkin er, at fleiri ákærur um harðskap og brot á vitjanarforboð, sum Høiby hevur viðgingið, ikki skulu viðgerast av nýggjum. Heldur ikki tær báðar neyðtøkuákærurnar, sum hann varð fríkendur fyri, skulu viðgerast í kærurættinum.
Høiby hevur verið varðhaldsfongslaður síðan fyrst í februar. Hann hevur tó ikki sitið í einum fongsli, men hevur verið undir varðhaldi við fótleinkju á kongsgarðinum Skaugum uttan fyri Oslo.
Marius Borg Høiby er ikki formliga partur av norsku kongsfamiljuni. Hann var barn, tá mamma hansara kom saman við og seinni giftist við táverandi krúnprinsinum Haakon.
/ritzau/