info
Ongi úrslit

Súrgað Mjólk skiftir ham – og navn.

MBM hevur í eina tíð arbeitt við at broyta navn og pakka á Súrgað Mjólk, fyri at leggja størri dent á ágóðar við hesari vøruni og gera hana meira tíðarhóskandi.

Eirikur Lindenskov
24. september 2026 kl. 08:59

Tíðindaskriv:

Súrgað Mjólk eitur nú a+, ið stendur fyri Acidophilus gróður. Orsøkin til just hetta navnið, er fyri at leggja dent á Acidophilus góðurin í vøruni, tí hesin gróðurin er við til at geva maganum javnvág og sum heild styrkir immunverjuna í kroppinum. Í Danmark er líknandi vøra kend sum A38, sum eisini hevur verið ein liður í avgerðini til navnið.

Á pakkanum sæst eisini navnið Flora ovast, sum er eitt vørubólkaheiti. Har fara vørur sum Sopi og Summarskál eisini at fella inn undir, tí tær somuleiðis hava Acidophilus gróður í. Sopi og Summarskál fáa eisini dagførdar pakningar í nærmastu framtíð, men har er ikki nøkur navnabroyting í væntu. 

a+ (Súrgað Mjólk) verður í dag brúkt til alskyns endamál, so sum morgunmat, millummáltíðir og bakstur. Á heimasíðuni hjá MBM finnur tú nógvar uppskriftir, har tú millum annað kanst brúka hesar a+ vørurnar.

Vit vóna tað verður tikið væl ímóti hesum nýggju pakkunum, sum vera at finna í handlum kring landið komandi dagarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Donald Trump tók ímóti Xi Jinping á flogvøllinum

12 minuttir síðan
Tíðindi

Norðurlond vilja standa sterkari saman í kreppum

43 minuttir síðan
Tíðindi

Høiby fær nýggjar verjar – vilja leggja nýggj prógv fram

1 tími síðan
Tíðindi

Klassisk bók gjørd til film

1 tími síðan
Tíðindi

Í minsta lagi tvey dripin í loftálopum á Kyiv

1 tími síðan
Tíðindi

Landsstýrismaðurin luttekur á ST-aðalfundi í New York

2 tímar síðan
Fótbóltur

Jóhanna aftur á vøllinum eftir at hava verið úti í eitt ár

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Sama ríkið. Ójavnt ræði

7 tímar síðan
Tíðindi

Í »bíðibygdini« bíða tey enn eftir at sleppa heim

7 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í ST: - Vit velja ikki at doyggja

10 tímar síðan
Tíðindi

AI-stjórar ávara ST um váðan við vitlíki

10 tímar síðan
Tíðindi

Hava aftur leitað í dag - uttan úrslit

11 tímar síðan