info
Ongi úrslit

Bókaummæli: Kirkjubøkurnar frá 1687 til 1892 avskrivaðar

Fyri 18 árum síðani fór Johan Guttorm Mikkelsen undir tað møtismikla arbeiðið at avskriva tær gomlu føroysku kirkjubøkurnar fram til 1892. Tann elsta kirkjubókin, sum er til skjals, stavar frá 1687. Hon er fyri Eysturoy – og er hon sostatt 336 ára gomul.

Eirikur Lindenskov
13. apríl 2024 kl. 07:44

Hetta ummælið av kirkjubókunum,sum Max Cecil Weihe hevur skrivað, stóð í Sosialinum 1. desember í 2023. Tað verður endurprentað her, nú seinasta kirkjubókin, Suðurstreymoyar Kirkjubók, er komin út

Tað er ikki hvørs mans føri at lesa ta gotisku skriftina, sum prestarnir skrivaðu tá á døgum. Ein partur av tilfarinum er illa farin – av sliti og elli. Harafturat eru handskriftirnar so ymiskar. Summir av prestunum skrivaðu so vakurt og týðiliga, at tað er ein fragd at lesa. Aðrir skrivaðu rættiliga ótýðiliga. Serstakliga tað, sum prestar hava skrivað á ellisárum – tá ið teir vóru blivnir veikir og risthentir – kann vera ógvuliga ringt at lesa. Og nógvir av teimum blivu sitandi í embætum sínum líka til sín doyggjandi dag. Í støðum tykist tað sum, at teir hava verið alt ov sparnir við pappírinum. Tí sumt er skrivað so tætt, at reglurnar fløkjast inn í hvørja aðra.

Sostatt var hetta ikki nøkur smávegis fyritøka, ið Jóhan fór undir. Men við sínum ótrúliga ágrýtni, nærlagni og hegni eydnaðist tað honum at stríða seg ígjøgnum – sjálvt teir torførastu partarnar.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Ein ávísur partur av tilfarinum var skrivaður av frammanundan – og partvís eisini givin út í bók. Petur Martin Rasmussen gav út tær elstu kirkjubøkurnar fyri Suðurstreymoy, og Poul Andreasen tað elstu fyri Suðuroy. Eisini hevði Nicodemus Rasmussen avskrivað ein part av tí elstu kirkjubókini fyri Eysturoy, tó uttan at geva tað út í bók. Hesar avskriftir, prentaðar og óprentaðar, hava verið óføra hentar hjá Jóhan – til at samanbera við.

Jóhan hevur fingið ómetaliga góða hjálp frá soni sínum, Hans Petur Mikkelsen, sum er teldukønur. Hans Petur hevur skipað tekstin, so hann er lættur at lesa. Meðan Jóhan hevur lisið upp úr handritunum, hevur Hans Petur skrivað alt inn á teldu. Hetta er alt gjørt við fyrimyndarligum nærlagni og neyvleika – orð fyri orð, ofta bókstav fyri bókstav. Alt er skrivað av við neyvt somu stavseting, bókstavum, teknum, stavifeilum og rættingum – júst sum skrivað stendur í upprunahandritunum. Av tí sama eru hesar avskriftir sera virðismiklar sum keldutilfar. Tí roknast kann við, at tað sum stendur í teimum prentaðu kirkjubókunum, svarar neyvt til tað, sum stendur í teimum upprunaligu hondskrivaðu kirkjubókunum. Og skuldið okkurt ivamál kortini stungið seg upp, so er lagamanni at eftirkanna rættleikan í avskrivingini. Tí Jóhan hevur í avskriftunum viðmerkt øll foliotøl í teimum upprunaligu kirkjubókunum, og fotoavrit av teimum eru tøk á heimasíðuni hjá Tjóðskjalasavninum, www.history.fo

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Jóhan hevur verið heilt ótrúliga hugagóður, áhaldandi og nágreiniligur í hesum verki. Tað legðist afturat hjá honum alla tíðina; og sum árini gingu vaks rúgvan av avskriftum øgiligt í vavi. Frá byrjan hevði Jóhan eitt stórt ynski um at fáa avritini givin út – soleiðis at øll áhugaði kundu njóta gott av hansara arbeiði. Tí kom tað sera væl við, tá ið Felagið Varðin, við Zakarias Wang á odda, kom upp í leikin og beyð sær til at fáa avritini givin út í bók. Tá ið gongd var komin á ta verkætlanina, gekk tað skjótt fyri seg, og útgávurnar komu slag í slag:

07.07.2020:        Eysturoyar kirkjubók 1687-1832            533 síður.

  •               Eysturoyar kirkjubók 1832-1892            892 síður.

04.11.2020:        Norðoya kirkjubók 1760-1892               724 síður.

10.02.2021:        Vága kirkjubók 1797-1892                     500 síður.

07.04.2021:        Norðstreymoyar kirkjubók 1789-1892  599 síður.

02.06.2021:        Suðurstreymoyar kirkjubók 1757-1851 582 síður.

15.07.2022:        Suðuroyar kirkjubók 1745-1892            883 síður.

19.07.2023:        Sandoyar kirkjubók 1719-1892              935 síður

 

Sostatt eru higartil útgivnar 5.648 blaðsíður, íroknað indeks. Eftir at geva út er Suðurstreymoyar kirkjubók 1851-1892. Hon er liðugt avskrivað, og verður prentað skjótast til ber. Tá ið hon er komin, eru allar tær gomlu kirkjubøkurnar í Føroyum, frá 1687 til 1892, givnar út; og samlaða síðutalið fer væntandi at liggja um 6.500 blaðsíður.

Sjálvur havi eg altíð havt stóran áhuga fyri søgu – serstakliga føroyskari søgu, bygdarsøgu og ættargransking – sum í mong ár hevur verið eitt frítíðarítriv hjá mær. So, fyri meg eru kirkjubøkurnar hjá Jóhan ómetaliga kærkomnar. Nógv av tí, sum fyrr kundi taka ein dag ella fleiri at finna fram, t.d. á Tjóðskjalasavninum, kann nú uttan hóvasták sláast upp heima við hús og eftirkannast upp á eitt lítið bil. Ikki minst teimum framúr hentu leitorðalistunum fyri at takka. Erling Isholm, sum hevur gjørt listarnar, við fólkanøvnum og staðarnøvnum, er komin avbera væl frá hesum – tá ið hugsað verður um, at innihaldið í kirkjubókunum fyrst og fremst er fólkanøvn, hvarav mong líkjast sera nógv.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Onki verk er lýtaleyst. Soleiðis heldur ikki í hesum føri. Men eftir at hava brúkt kirkjubøkurnar hjá Jóhan rættiliga nógv tey farnu trý árini, síðani tær byrjaðu at koma út, kann eg siga, at tað er millum nakað og onki, sum eg eri komin fram á av beinleiðis feilum ella manglum – í sjálvum tekstinum. Hetta er undranarvert. Tøkk fái Jóhan fyri tað – og Sunrid Olsen, sum hevur rættlisið.

Syrgt er fyri, at høvuðspersónar eru undirstrikaðir og prentaðir við feitum stavum – t.d. tey føddu børnini og tey giftu pørini – meðan faddrar og onnur vitni eru skrivað við vanligari skrift. Hetta lættir so ómetaliga væl um. Somuleiðis er tað ein ovurhonds stór hjálp, at Jóhan í mongum førum hevur sett eykaupplýsingar í hornaparantes. T.d. hvar tey føddu búsettust, og nær tey doyðu.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Við hvørt knípir – í tí annars so frálíka leitorðalistanum – at finna allar tær blaðsíður, har ávís fólk eru nevnd. Men tá er ikki at falla í fátt, tí út frá øðrum kendum upplýsingum ber aloftast til at peila seg fram til staðið kortini – hóast tað kann taka sína tíð.

Eitt annað, sum eg sakni – serstakliga í Sandoyar kirkjubók – er at orð og setningar á latíni bara verða endurgivin orðarætt, á latíni. Í slíkum førum hevði tað verið kærkomið, um ein umseting til føroyskt stóð í parantes. Listarnir yvir dagarnar í kirkjuárinum, við umseting úr latíni til føroyskt, eru óføra hentir; og tað hevði ikki verið verri, um teir stóðu fremst í øllum bókunum. Eisini vildi eg ynskt, at listarnir yvir styttingar, sum koma fyri í kirkjubókunum, vóru meira fullfíggjaðir – og vóru at finna fremst í hvørjari bók.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Samanutikið vil eg siga, at Johan Guttorm Mikkelsen hevur nú, eftir 18 árum – við undranarverdum ágrýtni og nærlagni – avskrivað allar tær gomlu føroysku kirkjubøkurnar. Hetta er eitt so ovurhonds stórt avreksverk, at tað næstan er ófatiligt, at tað kundi lata seg gera. Ja, eitt satt bragd, sum føroyingar yvirhøvur – og serstakliga føroyskir søgu- og ættargranskarar – ikki kunnu takka Jóhan nóg nógv fyri. Ongin hevði gjørt honum tað eftir.

Myndin er ikki tøk

Og tøkk fái Zakarias Wang og Felagið Varðin fyri at hava fingið allar hesar túsundtals síðurnar givnar út í einum so snotiligum, lættlisnum og haldgóðum bókaverki – umbrotið, prentað og heft hjá Føroyaprent. Ein sannur bókaskattur, sum vit og komandi ættarlið av føroyingum til allar tíðir fara at kunna oysa av og fegnast um.

 

Max Cecil Weihe

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

15 tímar síðan

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

U19-landsliðið tapti tepurt fyri Montenegro

12 minuttir síðan
Tíðindi

Stórur íleggjari hevur selt øll partabrøvini í Bakkafrost

42 minuttir síðan
Tíðindi

Íslendskir fiskimenn kunnu fara at landa í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Benjamin Rajani: Nú føli eg, at hann letur meira upp!

2 tímar síðan
Tíðindi

Aksel umhugsar at talgilda skatta­list­ar­nar

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Arbeiðir løgmaður við tveimum tjóðarsemjum?

4 tímar síðan
Tíðindi

Maður handtikin eftir innbrot á apotekið í Havn

5 tímar síðan
Tíðindi

Lesandi kunnu vinna 30.000 krónur uttan mótrokning

6 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava lands­stýr­ið at vísa hvat kem­ur burt­ur úr Útnorður­ráðnum

7 tímar síðan
Hondbóltur

Hákun móti Elias - beinleiðis á TV3 Sport

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Niðurlond og Ísland vunnu stórsigrar

14 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður fullsett á Tórsvølli

15 tímar síðan