info
Ongi úrslit

Bústaðarprísir hækka fram­vegis – á­bend­ing­ar um broyt­ingar

Útboðið av sethúsum og íbúðum hevur verið størri í ár samanborið við undanfarin ár, og renturnar eru hækkaðar, men hóast tað hækka bústaðarprísirnir framvegis.

Eirikur Lindenskov
11. november 2026 kl. 09:47

Tað skrivar Betri Banki:

Seinastu tíðina hava ábendingar tó verið um, at prísvøksturin er um at minka:

– Hóast prísirnir hava verið methøgir í ár, hava vit ta seinastu tíðina lagt til merkis, at keyparar bjóða lægri enn prísuppskotið. Sama mynstur sæst um alt landið. Tað eru vanliga fleiri, ið bjóða, og søluprísurin endar sum oftast við at samsvara við prísuppskotið, men tað tekur longur enn áður at fáa bústaðin seldan. Tíðin má vísa, um gongdin heldur fram, og um tað fer at ávirka bústaðarprísirnar kring landið, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.

Miðalprísurin fyri sethús í Tórshavn nærkast fimm milliónum

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn 4,8 mió. kr. í miðal. Tað er ein hækking á 4% samanborið við miðalprísin í fjør. Uttan fyri Havnina kostaðu sethús 2,4 mió. kr. í miðal. Tað er 8% meira enn í fjør.

Á Skálafjørðinum og í Klaksvík var miðalprísurin ávikavist 2,8 og 2,9 mió. kr. Vøksturin er ávikavist 5% og

15%.Fermetursprísurin á íbúðum komin upp á 45.000 krónur

Íbúðir í Tórshavn eru dýrkaðar við 9% higartil í ár. Ein miðalstór íbúð, sum er 85 fermetrar, kostaði 3,8 mió. kr. Tað svarar til ein fermetursprís á 44.600 krónur. Prísgongdin líkist henni í Danmark.

Uttan fyri Havnina kostaði ein íbúðarfermetur 31.500 krónur í miðal. Tað er 5% meira enn í fjør. Tað verða alsamt fleiri íbúðir bygdar kring landið, og tí er tað nú gjørligt at gera hagtøl fyri íbúðir uttan fyri Havnina. Miðalprísirnir sveiggja nakað meira uttan fyri Tórshavn enn í Tórshavn, tí sølurnar eru færri, men gongdin uttanfyri líkist henni í høvuðsstaðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4. november kl. 16:31

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nes og Sjóvar komm­unur um­hugsa fel­ags inte­gra­tións­sam­skipara

5 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil hava verjuverkætlan til Keypmannahavnar

14 minuttir síðan
Tíðindi

Nú kunnu vind­myllur set­ast upp í Kliva­løks­haga

23 minuttir síðan
Tíðindi

Norska kongshjúnini verða signað í Nidarosdóminum

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður valdi tingfundin fram um at hitta Zelenskyj

2 tímar síðan
Tíðindi

Marknaðarvirðið hjá Nvidia fall 2.600 milliardir krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Átta klipp í Eyst­ur­oy – sjey fyri ferð og eitt fyri fartelefon

2 tímar síðan
Tíðindi

Fólkatalið vaks við 881 – flyt­ing­in stend­ur fyri mesta vøkstri­num

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza trívist undir trýsti

4 tímar síðan
Tíðindi

USA ákærir tríggjar menn í máli um bretska hernaðarstøð

5 tímar síðan
Tíðindi

Rættarmálið hjá Trump móti BBC kann halda fram

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

8 tímar síðan