Tað kemur fram í fundarfrásøgn frá fíggjarnevndini hjá Sjóvar kommunu, sum hevði fund mánadagin 9. november.
Á fundinum varð uppskot um samstarvsavtalu millum Nes og Sjóvar kommunur um at seta integratiónssamskipara viðgjørt.
Sambært nýggju integratiónslógini skulu kommunurnar hava integratiónssamskipara, og samstarv kann vera ein møguleiki hjá smærri kommunum at loysa uppgávuna.
Fíggjarnevndin hjá Sjóvar kommunu hevur samtykt at mæla til, at kommunan tekur undir við samstarvsavtaluni.
Málið verður nú lagt fyri kommunustýrið.
Talan er sostatt enn ikki um eina endaliga avtalu millum kommunurnar.