Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, segði á tíðindafundi í Keypmannahavn í gjárkvøldið, at Ukraina og Danmark hava umrøtt at lata upp eina skrivstovu til verjuverkætlanina Freyja. Tað skrivar Ritzau.
Freyja er ein loftverjuskipan, sum Ukraina mennir saman við evropeiskum samstarvspørtum. Sambært Zelenskyj skulu fólk úr fleiri londum arbeiða saman við fyritøkum um verkætlanina. Hann segði eisini, at samrøður eru um eina skrivstovu í Oslo.
Fráboðanin kom undir vitjanini hjá Zelenskyj í Danmark. Á skránni mikudagin eru millum annað ein røða í fólkatingssalinum og ein vitjan hjá Fríðriki kongi.