info
Ongi úrslit

Christian Andreasen váttar: Eg leggi frá mær

Løgna uppstillingin hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið var gjørd ímóti tilráðingini hjá Christiani Andreasen.

Eirikur Lindenskov
Í gjár kl. 09:17

Soleiðis skrivar Christian Andreasen í tíðindaskrivi í morgun:

Sum øllum kunnugt, fekk Fólkaflokkurin eitt vánaligt val á seinasta fólkatingsvali.

Orsakirnar til hesa afturgongd er helst fleiri, men serliga var tað uppstillingin hjá flokkinum, sum bleiv gjørd móti míni tilráðing.

Mín persónliga undirtøka millum veljarar floksins á fólkatingsvalinum gjørdist eisini minni, bæði í mun til seinasta fólkatingsval og í mun til seinasta løgtingsval, hóast eg fyri kortum bleiv valdur til formann fyri flokkin.

Afturat hesum kemur, at eg ikki havi neyðugu breiðu undirtøkuna í tingbóklinum, millum annað til at fremja tær broytingar, sum eg meti vera neyðugar fyri flokkin.

Tá soleiðis er, meti eg ikki, at eg eri tann rætti persónurin at standa á odda fyri flokkinum. At standa á odda fyri flokkinum krevst ein persónur, sum flokkurin og serliga tingmanningin kann savna seg um.

Eg havi tí tikið avgerð um at fara frá sum formaður fyri Fólkaflokkin. Samstundis skal eg boða frá, at eg ikki stilli upp aftur til næsta løgtingsval.

Eg fari sostatt úr politikki og fari aftur at virka sum advokatur fulla tíð.

Eg fari at takka øllum teimum mongu, sum hava veitt mær stuðul seinastu árini.

Eg fari at ynskja flokkinum bestu eydnu í valstríðnum og eitt gott val.

 

Christian Andreasen

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

16 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

17 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

5 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

14 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

6 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

21 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Steingja Niels Finsens gøtu í eitt samdøgur vegna Slaktið

29 minuttir síðan
Tíðindi

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

46 minuttir síðan
Tíðindi

Dagsins mynd: Gosið í Anak Krakatau sæst úr rúmdini

54 minuttir síðan
Tíðindi

Sløkkiliðsfólk heiðrað

1 tími síðan
Tíðindi

Russiskt loftálop á Kyiv í nátt

1 tími síðan
Tíðindi

Landsliðsúttøkurnar vera mánadagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Upsi og aling - hvat vita vit?

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm lótu lív í bussvanlukku í Sveis

3 tímar síðan
Tíðindi

Putin er í India á BRICS-toppfundi

4 tímar síðan
Tíðindi

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

5 tímar síðan
Tíðindi

25 ár síðani heimurin broyttist

5 tímar síðan
Tíðindi

Hongkong-aktivistar fongslaðir fyri minningarhald

5 tímar síðan