Politisk ósemja og vaksandi ónøgd við grønlendska landsstýrið fekk í gjár fólk at savnast uttan fyri Inatsisartut, grønlendska landstingið, í Nuuk.
Sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq vóru millum 100 og 150 fólk við í mótmælunum, sum byrjaðu klokkan 15 við einari gongu gjøgnum miðbýin.
Mótmælisfólkini kravdu, at nýval verður útskrivað, og róptu millum annað, at nú var nóg mikið, og at politikararnir áttu at lagt frá sær.
Ein av fyriskiparunum, Juulut Jeremiassen, segði, at fólk ikki longur kenna seg hoyrd av politikarunum.
Ónøgdin snýr seg millum annað um hækkandi livikostnað, húsaleiguhækkingar og politisku støðuna í landinum.
Serliga hevur ætlanin um at hækka húsaleiguna í leiguíbúðum við sjey prosentum elvt til ónøgd. Eisini hava útreiðslurnar til uttanlandsferðir hjá landsstýrinum fingið mótmælisfólkini at reagera.
Landsstýriskvinna slapp illa til orðanna
Fleiri politikarar vóru komnir at hitta mótmælisfólkini.
Jens Napaattooq úr andstøðuflokkinum Naleraq tók orðið og fanst hvassliga at landsstýrinum.
Tá Nivi Olsen úr Demokraatit, sum er landsstýriskvinna í útbúgvingar-, mentanar-, ítróttar- og kirkjumálum, royndi at tala, varð hon møtt við so nógvum rópum, at hon hevði ilt við at koma til orðanna.
Hon royndi kortini at greiða frá sjónarmiðunum hjá landsstýrinum og vardi millum annað uttanlandsferðirnar hjá landsstýrisformanninum.
Nivi Olsen vísti á, at ferðirnar høvdu havt stóran týdning fyri Grønland, og at landsstýrið ikki ferðast uttanlands fyri stuttleika.
Eisini varð rópt eftir Aqqaluaq B. Egede úr Inuit Ataqatigiit, sum umsitur fíggjarmál.
Hann segði, at landsstýrið lurtaði eftir borgarunum, eisini atfinningunum um húsaleiguna.
Mótmæli eisini í Sisimiut
Mótmælini vóru ikki avmarkað til høvuðsstaðin.
Sambært grønlendsku løgregluni savnaðust eisini umleið 30 fólk til mótmæli í Sisimiut.
Hans Peter Berthelsen, vaktleiðari hjá grønlendsku løgregluni, sigur við Sermitsiaq, at mótmælini fóru friðarliga fram.
Mótmælini koma eftir politiska órógv í Inatsisartut, har fleiri misálitisváttanir móti Nivi Olsen vórðu lagdar fram undir orðaskifti hósdagin.
Kravið um nýval vísir, at ónøgdin við politisku gongdina nú eisini er farin at gera um seg millum borgarar.