info
Ongi úrslit

Montenegro vil hevna stórtapið móti Føroyum

Føroyar spæla í dag ein av týdningarmestu dystunum í undankappingini til EM í 2028. Montenegro bíðar á útivølli, og fyrrverandi liðskiparin hjá Montenegro, Mirko Radović, hevur stóra virðing fyri føroysku hondbóltsmonnunum. Hann heldur, at Óli Mittún longu er millum heimsins bestu miðspælarar.

Eirikur Lindenskov
8. november 2026 kl. 14:45

Klokkan 17 í dag spæla Føroyar móti Montenegro í høvuðsstaðnum Podgorica. Talan er um annan dystin í undankappingini til EM í 2028.

Føroyar byrjaðu undankappingina við at vinna 37–30 á Kosovo mikukvøldið, og við einum sigri í dag kunnu føroyingarnir leggja seg í eina sera góða støðu í stríðnum um at sleppa til EM-endaspælið.

Men hóast Føroyar vunnu stórsigur, 37–24, á Montenegro í EM-endaspælinum í Oslo í januar, verður roknað við einum munandi truplari dysti í dag.

Rósar føroysku stjørnunum

Mirko Radović, fyrrverandi liðskipari hjá Montenegro, sigur í samrøðu við evropeiska hondbóltssambandið, EHF, at føroyski hondbólturin hevur tikið risafet seinastu árini.

Hann heldur, at føroyska landsliðið spælir sera nútímans hondbólt, og at ferðin og spælistílurin elvdu til stórar trupulleikar hjá Montenegro í januar.

Serliga nevnir hann Óla Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum Montenegro hevði ilt við at steðga.

Radović sigur, at munurin á føroyska landsliðnum fyri sjey-átt ár síðan og liðnum, sum vann stórsigurin í Oslo, er ómetaliga stórur.

Hann heldur eisini, at Óli Mittún longu er millum bestu miðspælararnar í heiminum.

Sambært Radović hevur føroyska liðið serliga góðar eginleikar í spælinum ein móti einum. Hann rósar eisini Hákuni West av Teigum, sum er sera vandamikil á høgra veingi.

Montenegro vil hevna tapið

Montenegro hevur tó nógv at prógva á heimavølli.

Liðið tapti fyrsta dystin í undankappingini 32–21 móti Ungarn, og eftir stórtapið fyri Føroyum í januar er nú møguleiki at hevna ósigrarnar.

Radović væntar, at Montenegro fer at vísa eitt heilt annað avrik framman fyri sínum egnu áskoðarum.

Hann sigur, at Montenegro vanliga spælir munandi betur á heimavølli, og at liðið má megna at fylgja við høgu ferðini hjá føroyingunum.

Føroyar fara eftir tveimum stigum

Hjá føroysku spælarunum er eingin ivi um málið.

– Vit ætla heilt sikkurt eftir tveimum stigum. Um tað eydnast, er útgangsstøðið at koma víðari ógvuliga gott, segði Allan Norðberg við Portalin í Podgorica í gjár.

Føroyar eru tó skerdar til dystin, tí Ísak Vedelsbøl er skaddur. Í hansara stað er Erling Erlendsson kallaður inn í landsliðshópin.

Í føroyska hópinum eru annars millum annað Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún, Hákun West av Teigum og málverjin Pauli Jacobsen.

Føroyar og Montenegro eru í undanbólki saman við Ungarn og Kosovo. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum vinna sær beinleiðis atgongd til EM-endaspælið, meðan fýra av teimum átta liðunum, sum enda á triðja plássi, eisini sleppa víðari.

Ein føroyskur sigur í Podgorica í dag hevði tí havt stóran týdning fyri møguleikan at røkka enn einum EM-endaspæli.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nú kanst tú keypa Mynda­kal­end­ar­an á netinum

26 minuttir síðan
Tíðindi

Grønlendingar krevja nýval – landsstýrisfólk rópt niður í Nuuk

1 tími síðan
Tíðindi

Bretskur flogberi komin til Oslo

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava fostur­tøku­málið úr nevnd

4 tímar síðan
Tíðindi

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja noyðist at brúka neyðstreym

5 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett íslendskan hjálparvenjara

5 tímar síðan
Tíðindi

Mótstøðumaður Netanyahus fær fyrsta møguleikan

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri løstað í jarðskjálvta í Japan

6 tímar síðan
Tíðindi

Herverk móti bili í miðbýnum

6 tímar síðan
Tíðindi

Seks dripin í skotálopi í Krakow

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump bjóðar kampsportsstjóra starv sum talsfólk

7 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir menn avrættaðir í Iran eftir januar-mótmæli

8 tímar síðan