info
Ongi úrslit

Evropa sleppur við til friðarsamráðingar um Ukraina

Evropa fær nú eisini eitt pláss við borðið, tá umboð fyri Ukraina, Russland og USA hittast í Abu Dhabi týsdagin fyri at umrøða kríggið í Ukraina.

Eirikur Lindenskov
8. november 2026 kl. 16:05

Evropisk umboð skulu luttaka á fundinum millum Ukraina, Russland og USA, sum verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum í næstu viku.

Tað sigur franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, sambært tíðindastovuni Reuters.

Ætlanin hevur í eina tíð verið, at embætisfólk úr Ukraina, Russlandi og USA skulu hittast í Abu Dhabi 10. og 11. november.

Men nú er greitt, at Evropa eisini verður umboðað á fundinum.

Hetta er ein nýggj gongd í royndunum at finna eina diplomatiska loysn á krígnum í Ukraina, har evropeisku londini hava stóran áhuga í at hava ávirkan á møguligar avtalur um framtíðar trygdina í Evropa.

Enn er ikki upplýst, hvør fer at umboða Evropa á fundinum, ella hvørji evropeisk lond verða við.

Fundurin byrjar týsdagin.

Kelda: Reuters/Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi
Haldaragrein

Bumburnar fylgja framvegis Oleksandru

29 minuttir síðan
Tíðindi

Nú kanst tú keypa Mynda­kal­end­ar­an á netinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Montenegro vil hevna stórtapið móti Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Grønlendingar krevja nýval – landsstýrisfólk rópt niður í Nuuk

1 tími síðan
Tíðindi

Bretskur flogberi komin til Oslo

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava fostur­tøku­málið úr nevnd

4 tímar síðan
Tíðindi

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja noyðist at brúka neyðstreym

5 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett íslendskan hjálparvenjara

5 tímar síðan
Tíðindi

Mótstøðumaður Netanyahus fær fyrsta møguleikan

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri løstað í jarðskjálvta í Japan

7 tímar síðan
Tíðindi

Herverk móti bili í miðbýnum

7 tímar síðan
Tíðindi

Seks dripin í skotálopi í Krakow

7 tímar síðan