Fyrra sekstandapartsfinalan í European Cup niðri í Slovakia millum VÍF og HK Slovan Duslo Sala endaði við 29-24 sigri til slovakiska liðið. Í steðginum var HK Slovan Duslo Sala á odda 18-13. Tað gekk munandi betri í seinna hálvleiki hjá vestmannakvinnum, ið megnaðu javnleik 11-11 í seinna hálvleiki.
VÍF skoraði 24 mál upp á 42 málroyndir, og tað talið má betrast til seinna dystin, ið verður leiktur sunnudagin klokkan 17.
Lív S. Poulsen (myndin) var toppskjútti hjá VÍF við seks málum upp á níggju málroyndir. Lív legði eisini upp til trý mál.
Durita C. Jojic var effektiv í kvøld. Hon skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir.
Rakul Borgarlíð Joensen skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og legði upp til eitt mál.
Frederikke de Sparra Rasmussen í VÍF-málinum stóð væl í kvøld. Hon bjargaði 13 av 35 málroyndum teir 49 minuttirnar hon var á vøllinum.
Sunnudagin klokkan 17 spæla liðini seinna dystin. Samlaði vinnarin vinnur seg í áttandapartsfinalurnar.
Málskjúttar: Lív S. Poulsen 6/9, Durita C. Jojic 5/5, Rakul Borgarlíð Joensen 5/7, Bára í Innistovu 3/4, Ingibjørg Olsen 3/4, Mille Sophie Poulsen Hingebjerg 1/4, Simone T. Kristiansen 1/6.
Bjargingar: Frederikke de Sparra Rasmussen 13/35, Vivian Petersen 0/5.