Demokratarnir standa til at vinna ein senatssess í Mississippi fyri fyrstu ferð síðani 1982. CNN metir, at Scott Colom hevur vunnið tætta valið móti Cindy Hyde-Smith, skrivar Ritzau.
Úrslitið er ein stór óvæntað vend í einum stati, har republikanararnir hava staðið sterkir í nógv ár. Donald Trump vann Mississippi við 22 prosentstigum á forsetavalinum í 2024. Tá Hyde-Smith varð afturvald í 2020, vann hon við 10 prosentstigum.
Hesa ferð er munurin nógv minni. Í einari fyribils uppteljing mikudagin var Colom umleið hálvt prosentstig frammanfyri Hyde-Smith.
Verður sigurin staðfestur, verður Colom fyrsti svarti senatorurin, sum Mississippi hevur valt síðani 1874.
Demokratarnir høvdu longu tryggjað sær meirilutan í Senatinum. Við sigrinum í Mississippi hava teir í minsta lagi 55 av teimum 100 sessunum, tá nýggja Senatið tekur við í januar.
Ritzau