Framyvir verða elbilar, sum verða framleiddir í Kina, tollaðir upp í 45,3 prosent, tá teir verða innfluttir til lond innan ES.
Hetta samtykti ES-nevndin í dag, skrivar Reuters.
ES hevur longu tíggju prosent toll á kinesiskum elbilum.
Eftir eina kanning av kinesiskum ríkisstuðli gjørdu ES-londini fyrr í oktober av, at upp til 35,3 prosent eyka í tolli skuldi leggjast á elbilar frá kinesiskum verksmiðjum.
Tað er henda hækking, sum nú formliga er samtykt, sigur eitt høgt embætisfólk í ES við Reuters.
Nýggju tollsatsirnir koma í gildi í morgin.
Eykatollurin er ymiskur frá bilmerki til bilmerki. Tesla, sum verður rakt av minstu hækkingini, verður rakt við einum tolli uppá 7,8 prosent afturat, meðan kinesiska bilmerkið SAIC verður rakt við einum tolli uppá 35,3 prosent afturat.
Broytingarnar eru fyri at tryggja fair play hjá evropeiskum bilframleiðarum.
Í vár gjørdi ES-nevndin kanningina av ríkisstuðlinum til kinesiskar bilframleiðarar. Niðurstøðan í kanningini var, at Kina gav órímiligan ríkisstuðul til sínar egnu bilframleiðarar.
Sambært ES-nevndini skapti Kina harvið eina skeikling av marknaðinum í ES. Fyri at verja evropeisku bilframleiðararnar ætlaði ES-nevndin tí at seta eyka toll á kinesiskar elbilar.
Tað sama hava USA og Kanada gjørt fyrr. Í báðum londum er 100 prosent avgjald lagt á kinesiskar elbilar.
Týskland er millum fleiri ES-lond, sum hava kravt eitt alternativ til hækkaða tollin á kinesiskt framleiddum elbilum.
Landið er størsti búskapur í ES og størsti bilframleiðari.
Týski kanslarin, Olaf Scholz, hevur áður sagt, at hansara stjórn óttast fyri, at hækkaði evropeiski tollurin á kinesiskar elbilar verður svaraður aftur við hækkaðum kinesiskum tolli á týskar bilar.
Sambært Dansk Industri (DI) nýtast donskum brúkarum ikki at óttast generelt hækkandi prísir á elbilamarknaðinum orsakað av nýggju tollinum.
Tað sigur Thomas Møller Sørensen, deildarstjóri í DI Bilbranchen, í skrivligari viðmerking til Ritzau.
- Evropeiski marknaðurin er so avgerandi fyri kinesisku bilframleiðararnar, at vit vænta, at teir antin rinda tollin burturúr egnum vinningi ella alternativt leggja framleiðsluna uttan fyri Kina.
- Kappingin á marknaðinum fyri elbilar er so hørð, at príshækkingar fyri nógv bilmerki í roynd og veru fara at hava við sær, at teir eru úti av marknaðinum, sigur hann.
Sambært Reuters metir ES-nevndin, at kinesiskir elbilaframleiðarar standa fyri átta prosentum av elbilamarknaðinum í ES. Í 2019 stóðu kinesiskt framleiddir elbilar minni enn einum prosenti av elbilunum, sum vórðu seldir í ES.
Sambært kommissiónini eru prísirnir á elbilum frá verksmiðjum í Kina vanliga 20 prosent lægri enn prísurin á elbilum, sum verða framleiddir innan ES.
ES-nevndin hevur havt fleiri tekniskar samráðingar við Kina í eini roynd at finna eitt alternativ til hækkaðan toll. Men higartil hevur tað ikki eydnast.
Sambært kommissiónini halda samráðingarnar fram, eftir at nýggi tollurin er komin í gildi, skrivar Reuters.
/Ritzau/
ES samtykkir eyka toll á elbilar framleiddir í Kina ES samtykkir eyka toll á elbilar framleiddir í Kina
Tað er longu nú tíggju prosent tollur á kinesiskt framleiddum elbilum, sum verða innfluttir til ES. Nú hækkar tollurin meira
Eirikur Lindenskov
29. oktober 2024 kl. 23:51
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
4. november kl. 23:26
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
4. november kl. 22:29
Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni
5. november kl. 19:54
Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól
19 tímar síðan
Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði
4. november kl. 22:28
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
7. november kl. 12:00
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
HB hevur keypt danskan miðverja
29 minuttir síðan
Fótbóltur
Petur Knudsen var besti leikarin í september og oktober
37 minuttir síðan
Tíðindi
Vegaábøtur til Oyndarfjarðar og Hellurnar mettar at kosta 69 milliónir
59 minuttir síðan
Tíðindi
Vampýrella í Fuglafirði og Klaksvík sunnudagin
1 tími síðan
Tíðindi
Vegurin í Kaldbaksbotni opin aftur eftir ferðsluóhapp
1 tími síðan
Tíðindi
Russiska bjørnin verður meira og meira aggressiv
1 tími síðan
Fótbóltur
Nú fer Fríði at spæla á Argjum
1 tími síðan
Tíðindi
Zelenskyj við persónligari heilsan til Bjørn Kallsoy
2 tímar síðan
Tíðindi
Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv
2 tímar síðan
Tíðindi
Tónlistaskúlin á konsertferð
2 tímar síðan
Tíðindi
Meira enn fjórða hvørt akfar er í eftirsleipinum hjá Akstovuni
3 tímar síðan
Tíðindi
Bjørt Óladóttir Joensen fingið virðisløn fyri nýskapandi grøna tøkni
4 tímar síðan