Tá ið tað er summartíð í Føroyum, er tíðarmunurin millum Føroyar og Kasakstan fýra tímar. Tí verður tað longu klokkan 15 – føroyska tíð – í dag, at fyrsta bríksl verður í Astana Arena í høvuðsstaðnum Astana.
-Tá ið vit komu inn á vøllin og sóu graslíki undir fótunum, so kendist tað heimligt, og eg hugsaði, at her hava vit møguleika at spæla væl, og at tað er møguleiki fyri, at vit fara at vinna fulla úrtøku. Vónandi fara vit at avrika soleiðis, sum vit gjørdu leygarkvøldið ímóti Slovakia. Um tað eydnast, so er møguleiki fyri, at vit fara at vinna. Royndirnar siga, at tað verður javnt og tætt, men vit hava mót um, at tað kann koppa okkara veg, sigur Eyðun Klakstein úr Kasakstan.
Sunnukvøldið lendi føroyska ferðalagið í Kasakstan, og síðani tá hava spælararnir vant seg við tíðarmunin og hvílt seg og brynja seg til stóru avbjóðingina í dag. At tað eru fýra dagar millum dystin ímóti Slovakia fríggjakvøldið og tann í dag ber við sær, at spælararnir eru so úthvíldir, at teir eru væl fyri at spæla í dag.
-Hetta er fimtandi dagurin, at vit eru saman, og tá ið havt verður í huga, at vit í dag fara at spæla fjórða dystin, og at vit hava ferðast til Moldova og aftur til Føroya og nú eru í Kasakstan, so kunnu vit ikki siga annað, enn at hópurin er væl fyri. Vit harmast um, at Andrias Edmundsson er leikbannaður, og at Adrian Justinussen ikki er tøkur hesa ferð, og vit fegnast um, at allir eru tøkir. At vit hava skift so nógv út, sum vit hava gjørt í teimum trimum dystunum, sum hava verið, kemur okkum nú til góða, og so er tað ein veruleiki, at eisini teir á mótstøðuliðnum í dag fara at spæla fyri fjórðu ferð í hesum umfarinum, sigur landsliðsvenjarin.
Venjarin sigur, at tað vera ikki so nógvar skiftingar á liðnum hesa ferð, sum tað hava verið undanfarnu ferðirnar. Einasta skiftingin, sum er heilt vís, er, at nýggjur maður verður í miðverjuni fyri Andrias Edmundsson. Tað er sannlíkt, at tað verður Samuel Johansen Chukwudi, men kappingin er so stór í miðverjuni, at tað eisini er møguleiki fyri, at Heini Vatnsdal ella Viljormur Davidsen, sum var vongverji í Moldova, vera miðverjar.
-Vit ætla okkum at vinna. Um tað eydnast, so verður tað framvegis møguleiki fyri, at vit í november kunnu tryggja okkum pláss í endaspæli um uppflyting, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.
Tveir teir síðstu dystirnir í hesi Nations League kappingini vera í november. Fríggjadagin 13. november fara Føroyar at spæla í Slovakia, og mánadagin 16. november verður punktum sett á heimavølli ímóti Moldova.
-Við góðum úrsliti í dag vóna vit, at talan verður um finalu um næstfremsta plássið, tá ið Moldova verður gestur á Tórsvølli, sigur Eyðun Klakstein.
Kasakstan – Føroyar: Kristo Tohver úr Estlandi kl. 15.00.