info
Ongi úrslit

Nærum 2,8 milli­ard­ir í av­lopi á gjalds­javnanum

Avlopið í 2025 var góðar 700 milliónir krónur størri enn árið fyri. Vøksturin stavar í stóran mun frá øktari sølu av vørum uttanlands.

Eirikur Lindenskov
6. oktober 2026 kl. 12:03

Føroyar høvdu nærum 2,8 milliardir krónur í avlopi á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans í 2025. Tað eru góðar 700 milliónir krónur meira enn í 2024, vísir nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya.

Inntøkurnar frá vøru- og tænastusølu, fíggjarognum uttanlands og flytingum úr útlondum vóru knappar 20 milliardir krónur. Útreiðslurnar vóru góðar 17 milliardir.

Serliga vøruútflutningurin dró avlopið upp. Sølan av vørum uttanlands vaks úr 11,6 milliardum krónum í 2024 upp í 13,3 milliardir í 2025. Tað er ein vøkstur á 1,7 milliardir krónur.

Hall á tænastuhandlinum

Vørujavnin hevði eitt avlop á góðar tvær milliardir krónur. Hinvegin var hallið á tænastujavnanum knappar 700 milliónir krónur.

Lønarflytingar góvu eitt íkast til avlopið á 625 milliónir krónur, fíggjarinntøkur 250 milliónir og rakstrarflytingar 561 milliónir.

Rakstrarflytingar fevna millum annað um flytingar frá danska statinum og pensións- og tryggingarflytingar.

Sambært Hagstovuni hava stór avlop verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.

Hagstovan ger vart við, at ein ávís óvissa er um tølini fyri tænastuhandilin, tí tey byggja á spurnabløð til ávísar fyritøkur.

Kelda: Hagstova Føroya.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ísland økir alivinnuna við rúkandi ferð

46 minuttir síðan
Tíðindi

Marco Rubio: - Ísland er sentralt fyri trygdina her norðuri

1 tími síðan
Fótbóltur

Eyðun kennir seg næstan sum heima

1 tími síðan
Fótbóltur

Hallur Hansson gevst í fótbólti

2 tímar síðan
Tíðindi

Leiðari settur fyri Ung­dóms­ráð­gev­ing­ina hjá Sinnisbata

2 tímar síðan
Tíðindi

Eitt rør er brotið í Ánagjógv

2 tímar síðan
Tíðindi

Bárður á Lakjuni fer at framføra í Strandamáling

3 tímar síðan
Tíðindi

34 ár síðani svarta oktober

3 tímar síðan
Tíðindi

Meiriluti er fyri at beina burtur forboðið móti kjarnorku í Litava

3 tímar síðan
Tíðindi

Stór konsert í Vestmanna

3 tímar síðan
Tíðindi

Starvsdagar á Brandstøðini í Havn

4 tímar síðan
Tíðindi

Einki endur­gjalds­krav um Steno-bygning­urin ikki verður bygdur

4 tímar síðan