Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, er í dag á vitjan í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík.
Her hevur hann hitt íslendska forsætisráðharran, Kristrún Frostadóttir og uttanríkisráðharran, Katrína Gunnarsdóttir.
- Ísland er ógvuliga sentralt í trygdini í norði, segði amerikanski uttanríkisráðharrin á einum felags tíðindafundi.
Marco Rubio legði dent á, at samstarvið millum USA og Ísland framhaldandi skal vera sterkt.
Uttanríkisráðharrin tók serliga fram landafrøðiligu støðuna hjá Íslandi í Norðuratlantshavi og Arktis.
Hann segði, at Ísland er heilt avgerandi fyri at fylgja við krógvaðum og ólógligum virksemi í økinum, tá hóttanarmyndin nú veksur, sum hann tók til.
Marco Rubio vitjar í Íslandi í kjalarvørrinum av, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur lagt út eitt kort á sosialum miðlum, har Ísland er vorðið ein partur av USA.
- Myndin hevur skapt harðar reaktónir í Íslandi, veit tíðindastovan, Reuters, at siga.