Argja Bóltfelag er føroyameistari í U21-deildini hjá monnum.
Í kvøld vann AB á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík 4-2 á KÍ.
Javnleikur hevði verið nóg mikið til at tryggja AB FM-heitið, men ungu argjamennirnir fóru eftir sigrinum.
KÍ U21 - AB U21 2 - 4 (2 - 3)
0-1 Atli Mortensen (1.)
1-1 Óli Sirdal (19.)
1-2 Silas Rasmussen (20.)
1-3 Silas Rasmussen (30.)
2-3 Kim á Tjaldrafløtti (44.)
2-4 Archibald Black (63.)
AB er fremst í deildini við 33 stigum. B36 hevur 26 stig, NSÍ hevur 24 stig og HB hevur 23 stig. KÍ hevur 18 stig og Skála ÍF er aftast við ongum stigi.
AB endar kappingina við heimadysti móti NSÍ komandi mánakvøld.
Kelda: FaroeSoccer