Sambært Morgunblaðnum kann samlaða framleiðslan av alifiski í Íslandi koma upp móti 80.000 tonsum í 2026.
Til samanberingar var framleiðslan 64.400 tons í fjør. Um metingin heldur, svarar tað til ein vøkstur upp á umleið 24 prosent.
Útflutningsvirðið kann samstundis koma upp í umleið 66 milliardir íslendskar krónur, um bæði framleiðsla og prísir halda sær á væntaða stiginum. Morgunblaðið leggur tó dent á, at talan er um eina meting, og at bæði framleiðsla og prísir kunnu broytast fram til ársenda.
Serliga laksurin hevur stóran týdning í íslendsku alivinnuni.
Samstundis eru so stórar ætlanir um landaling, at ætlaða framleiðsluorkan hjá størstu verkætlanunum tilsamans kann røkka 176.000 tonsum um árið.
Millum annað ætlar Thor Salmon við Þorlákshöfn at byggja framleiðsluna út stig fyri stig. Felagið hevur loyvi til 20.000 tons og arbeiðir við at tvífalda hetta til 40.000 tons um árið.
Útflutningsvirðið kann nærkast 66 milliardum íslendskum krónum, um framleiðslan røkkur hesum stigi.
Menningin er eisini áhugaverd úr føroyskum sjónarhorni. Føroyar eru nógv størri laksaframleiðari enn Ísland í dag, men íslendska framleiðslan veksur skjótt, og bæði føroyskir og íslendskir framleiðarar selja í stóran mun inn á somu altjóða marknaðir.