info
Ongi úrslit

Fáa onga nyttu av ókeypis koyring í kvøld

Men í morgin og í ovurmorgin, verður frægari

Áki Bertholdsen
29. oktober 2021 kl. 13:24

Fyrr í dag lýsti Sjúkrahúsverkið við, at avtala er gjørd um, at Eysturoyingar, sum vilja kannast fyri koronu í Havn, kunnu koyra ókeypis ígjøgnum Eysturoyartunnilin ávísar tíðir. Men í kvøld fáa eysturoyingar ikki serliga stórt gagn av hesum tilboðnum. Tí í kvøld er nevniliga ókeypis at koyra ímillum klokkan 18.30 og 23.30 – men seinasta tíð til at fáa koppseting í Havn er klokkan 18 – ella ein hálvan tíma áðrenn tann ókeypis koyringin byrjar.

Les eisini: Ókeypis at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin til koronukanning

Í kvøld er kanningarstøðin í Havn opin til klokkan 23, men allar tíðirnar eftir klokkan 18 í kvøld eru farnar. Men tað kann sjálvandi vera onkur eysturoyingur, sum hevur bílagt sær tíð frammanundan sum fær gagn av hesum.

Í morgin leygardagin, verður frægari, tí tá er ókeypis koyring frá klokkan 16 til klokkan 23.30, og tað ber til at bíleggja sær tíð frá klokkan 22.30 og klokkan 22.45.

Sunnudagin verður ókeypis at koyra í tunnlinum ímillum 16.00 og 23.30. og har eru tíðir tøkar til kanningar frá 15.30 til 16.30. Men tíðirnar fara skjótt, tí nógvar bíleggingar eru.

Endamálið við hesi ókeypis koyringini er, at gera tað ómakaleysari hjá eysturoyingum at lata seg kann fyri koronu og Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í Sjúkrahúsverkinum sigur, at endamálið er at hava ókeypis koyring ein part av tíðini, kanningarstøðirnar eru opnar.

Hann sigur, at tað er gravgangur eftir at lata seg kanna fyri koronu og tí eru ikki so nógvar tíðir eftir. Men hetta gevur eysturoyingum ein møguleika at leggja kanningina til rættis eftir ókeypis koyringini og hann væntar eisini, at tað eru nógvir eysturoyingar, sum longu hava bílagt sær kanningartíð hesa tíðina, tað er ókeypis at koyra, og sum sostatt fáa ágóðan av tí.

Hann sigur, at tað verður eisini aftan á vikuskiftið, at tað fer at verða ókeypis at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin ávísar tíðir.    

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vejle vann og Vendsyssel FF leikti javnt

18 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggj avtala skal gera tað lættari hjá bretum at selja fisk í ES

48 minuttir síðan
Tíðindi

Nú kemur gongu­breyt fyri 1,4 milli­ón­ir í Trongis­vági

1 tími síðan
Tíðindi

Sjóvar kommuna tekur 15,7 milliónir í lán til íløgur

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í russiskum farmaskipi í Finsku Víkini eftir dronuálop

2 tímar síðan
Tíðindi

Eivør verður høvuðs­navn á stór­ari tón­leika­stevnu í Íslandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Gravgangur eftir el­bil­um – SEV hev­ur ong­ar løði­støðir eftir

3 tímar síðan
Tíðindi

Russiskar rakettir komu inn á pólskt øki – NATO fordømir hendingina

4 tímar síðan
Tíðindi

Útleigarar kunnu fáa skatta­frá­drátt og sam­stund­is leiga út til Airbnb

4 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta gull heiðursmerki í 35 ár

5 tímar síðan
Tíðindi

Her liggja meira enn 2.000 flakar til at ala krækling

6 tímar síðan
Tíðindi

Ein svevur rúsin av sær eftir miðnámsveitslu í Gundadali

7 tímar síðan