KÍ vóru ósigraðir móti Víkingi í Meistaradeildini hjá monnum í júst farna kappingarárið.
Í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist talan um javnleik í øðrum og triðja dystinum, meðan KÍ vann fyrsta dystin.
Liðini hittust eisini í finaluni um løgmanssteypið, og tá vann Víkingur 2-0.
Málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum í landskappingini gjørdist 3-2 til KÍ.
KÍ-Víkingur 1-0 (1-0) - 6. apríl
1-0 Patrik Johannesen (13.)
Víkingur-KÍ 2-2 (2-2) - 19. juni
1-0 Mikkel Hyllegaard (3.)
1-1 Odmar Færø (17.)
1-2 Jóannes Kalsø Danielsen (32.)
2-2 Arnbjørn Svensson (38.)
KÍ-Víkingur 0-0 - 31. oktober
Kelda: FaroeSoccer