info
Ongi úrslit

Føroyar fáa skjótari verju móti nýggjum rúsevnum

Dagfinn Olsen
27. august 2026 kl. 18:52

Arbeiðið við at yvirtaka málsøkið rúsandi evni er komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin – fríggjadagin 28. august 2026. 

Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir myndugleikar betri og skjótari skulu kunna tillaga reglurnar á økinum, tá nýggj rúsandi evni koma á marknaðin. 

Í dag er málsøkið felagsmál, hóast føroyskir myndugleikar longu umsita og í høvuðsheitum fíggjað málsøkið. Hetta merkir, at tað kann taka drúgva tíð at fáa nýggj rúsandi evni sett á føroyska listan yvir evni, sum einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál. 

– Tað er ikki nøktandi, at eitt rúsandi evni kann vera bannað í Danmark, men framvegis vera lógligt at flyta inn til Føroya, tí føroyska lóggávan ikki er dagførd. Við at taka ábyrgdina á føroyskar hendur kunnu vit reagera skjótari og tryggja, at lóggávan fylgir við menningini á rúsevnamarknaðinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen. 

Heilsu- og orkumálaráðið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum og hevur eisini gjørt lógaruppskotið, sum ásetur, hvussu heimildir og skyldur verða fluttar frá donskum til føroyskar myndugleikar. 

Løgmaður, sum varðar av yvirtøkumálum, leggur sjálvt uppskotið um formliga at yvirtaka málsøkið  fram. Samstundis leggur landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum uppskotið um tær myndugleikaflytingar, sum skulu tryggja, at føroyskir myndugleikar kunnu umsita økið eftir yvirtøkuna, fram. 

– Hetta er eitt ítøkiligt stig í arbeiðinum at styrkja føroysku tilbúgvingina á rúsevnaøkinum. Tað snýr seg fyrst og fremst um heilsu og trygd og um, at vit skulu kunna handla, tá nýggj og vandamikil evni vísa seg, sigur landsstýriskvinnan. 

Verða uppskotini samtykt, kemur málsøkið eftir ætlan undir føroyskt málsræði 1. januar 2027, skrivar homrs.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Danmark leikti javnt móti Spania

5 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

5 tímar síðan
Tíðindi

Johnson gevst sum leið­ari hjá Re­publi­kan­ar­u­num

5 tímar síðan
Tíðindi

Bønir & illbønir í Filmsfelagnum

5 tímar síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland reyk úr steypakappingini

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

5 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Como vann metstóran sigur

6 tímar síðan
Tíðindi

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

6 tímar síðan
Tíðindi

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

6 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi

6 tímar síðan
Lýsingagrein

Gjaldstovan og Nema gjørt av­talu um før­oysku tíð­ar­skrá­set­ing­ar­skip­an­ina Nema Tíð

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Føroyar greitt á Kosovo

7 tímar síðan