info
Ongi úrslit

Forkanning um vitlíki handað landsstýrismanninum

Gjaldstovan hevur handað Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, forkanning um vitlíki

Eirikur Lindenskov
5. mai 2026 kl. 15:55

Forkanningin er fyrsta stigið í arbeiðinum at gera eina heildarætlan fyri, hvussu Føroyar kunnu gagnnýta vitlíki við ábyrgd og tillagað føroysk viðurskifti.

Vitlíki er týðandi partur av politisku visjónini hjá landsstýrinum. Landsstýrismaðurin leggur dent á týdningin av, at Føroyar seta eina felags kós.

“Vit hava ein greiðan politiskan vilja til at gagnnýta vitlíki til fyrimun fyri samfelag okkara. Tað snýr seg um at hava visjónina og at seta kósina við einari heildarætlan, ið tryggjar mál, mentan og búskap, samstundis sum vit skapa vøkstur fyri allar Føroyar” sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Forkanningin vísir, at áhugin fyri vitlíki er stórur og møguleikarnir nógvir. Samstundis er tørvur á greiðari leiðbeining, sterkari førleikum og betri samstarvi, um tøknin skal brúkast trygt og koma øllum til góðar.

Fyri fólkið í Føroyum snýr tað seg um fatan og førleikar, eina framhaldandi sterka vinnu, búskaparvøkstur, góðar almennar tænastur, og tryggja, at føroyskt verður eitt virkið mál í nýggju tøknini.

Forkanningin byggir á verkstovur, samrøður og greiningar, har umboð fyri vinnu, fakfeløg, útbúgvingarstovnar og almennar stovnar hava borið fram síni sjónarmið. Millum luttakararnar vóru MEGD, Fróðskaparsetur Føroya og Undirvísingarstýrið.

Næsta stigið er, at Gjaldstovan fer undir at gera eina heildarætlan. Forkanningin mælir til, at farið verður víðari við royndarverkætlanum við stovnum og kommunum, og at ein samskipandi vitlíkiseind verður skipað til at stuðla arbeiðinum tvørtur um land, kommunur og vinnu.

Endamálið er, at Føroyar skulu brúka vitlíki skilagott og ábyrgdarfult, so tøknin verður til gagns fyri fólkið, málið og búskapin.

Les forkanningina um vitlíki her.

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

13 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Vendsyssel tapti á útivølli

21 minuttir síðan
Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

51 minuttir síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

1 tími síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

1 tími síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

1 tími síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: B36 vann á FC Suðuroy

2 tímar síðan
Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

3 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

3 tímar síðan
Tíðindi

75 prosent siga nei – nú verð­ur mót­mælt móti laksa­al­ing á Seyðis­firði

3 tímar síðan
Ítróttur

Tóri og Jenny fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi

4 tímar síðan