info
Ongi úrslit

Føroyingar harmast um misnýttu møguleikarnar

Føroyingar høvdu risastóran møguleika at skora sigursmálið, tá ið akkurát innskifti Adrian Justinussen varð spældur leysur

Jóannes Hansen
26. september 2026 kl. 19:12

Tað endaði 1-1, tá ið Føroyar settu hol á nýggju Nations League kappingini. Føroyskur málskjútti var Áki D. Samuelsen, sum var á landsliðnum fyri triðju ferð, og sum fyri fyrstu ferð var við í týdningarmiklum dysti.

Hetta var tá ið eitt lítið korter var farið, og tað var eftir, at stinni miðverjin Andrias Edmundsson var heilt frammi í vinstru og legði flatt innfyri, og smekkaði Áki D. Samuelsen bóltin upp í nettakið.

-Eg eri sjálvandi ógvuliga fegin um málið, og talan var um sera gott uppspæl, men eg eri harmur um, at tað ikki eydnaðist okkum at vinna, tí eg haldi, at vit høvdu møguleikar til tað, sigur Áki D. Samuelsen í samrøðu við Kringvarp Føroya.

Adrian Justinussen avloysti í 65. minutti Petur Knudsen sum fremsti maður. Dygst frammanundan hevði Géza Dávid Turi eftir gott álop og innlegg úr vinstru frá Hanusi Sørensen kiksað úr góðari støðu, og so var tað møguleikin hjá Adriani Justinussen.

Bólturin varð lagdur fram í brotsteigin eitt sindur í høgru til Adrian, sum royndi seg við skoti. Hann smekkaði til, men málverjin stórbjargaði, og so kunnu Adrian og øll í føroysku leguni iðra seg um, at Adrian ikki legði bóltin upp á tvørs, har Hanus Sørensen var púra leysur.

Yerlanov javnaði til 1-1 í 26. minutti. Kasakstan vann horna í høgru, og eftiransingarnar vóru ikki nóg neyvar, og so varð bólturin við høvdinum settur í málið.

 -Eg harmist úrslitið, tí kvaliteturin hjá okkum var betri, enn hann var hjá Kasakstan, og teir megnaðu ikki at vinna seg til nakran annan møguleika, og so haldi eg, at eg átti at vert betri, tá ið teir skoraðu, sigur Andrias Edmundsson, miðverjin sum legði upp til 1-0 málið, og sum sjálvur heldur, at hann átti at vart betri, tá ið Kasakstan javnaði.

Eyðun Klakstein landsliðsvenjari harmast um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku:

-Javnleikur er kanska at liva við, men vit høvdu góðar málmøguleikar at skora fleiri enn eitt mál, og so eigur tað ikki at koma fyri, at vit fáa mál ímóti okkum við hornasparki, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.

-Eg kann ikki fílast á tað, sum spælararnir løgdu fyri, men talan var um misjavnt avrik. Serliga í seinna hálvleiki vóru vit ikki so ofta í støðunum, sum kundu borið møguleikar í brotsteiginum við sær nú. Sjálvandi iðra vit okkum, men hugburðurin var góður, og í kvøld fara vit til Moldova, og týskvøldið fara vit at vera klárir í Moldova, sigur Eyðun Klakstein.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

22 tímar síðan

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir-Føroyar-Kasakstan

24 minuttir síðan
Hondbóltur

Aarhus vann - Stoholm og Køge taptu

1 tími síðan
Tíðindi

Æviga aktuellar systrar í Hoydølum

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Føroyar Kasakstan 1-1

1 tími síðan
Tíðindi

Deyður persónur funnin á sjónum í Qaqortoq

1 tími síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona tapti annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump vrakar iranskt uppskot um vápnahvíld

2 tímar síðan
Hondbóltur

Jóhan vann á Magnusi - Pauli og Jákup taptu fyri meistarunum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Aftursvar til sam­røðu hjá KVF við Trygd um priv­ata bila­út­leigu

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava fleiri pengar at verða verandi í Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Odmar Færø er nýggjur liðformaður

4 tímar síðan
Tíðindi

Onnur atmosferiska bumban í heyst

4 tímar síðan