info
Ongi úrslit

Gera forkanning um vitlíki í Føroyum

– Forkanningin, sum verður liðug í februar, er ein støðulýsing. Hon vísir okkum, hvar vit standa, og er eitt neyðugt grundarlag til at gera sjálva heildarætlanina

Eirikur Lindenskov
23. januar 2026 kl. 22:20

Tað sigur Ruth Vang landsstýriskvinna, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá tingmanninum Una Holm Johannesen, sum hevur spurt hana hesa spurningar um vitlíki og almennir stovnar.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Nær verður almenna heildarætlanin um vitlíki liðug og løgd fyri Løgtingið at skifta orð um?

2. Hvørji stig ætlar landsstýriskvinnan at taka komandi tíðina, so vitlíki kann setast í verk og brúkast í almenna geiranum?

3. Hvørji dømi eru um, at almennir stovnar hava lagt um og gagnnýtt vitlíki í sínum arbeiði í 2025, og hvussu er produktiviteturin í arbeiðstíðini ávirkaður av hesum sama?

Í svari til fyrsta spurningin sigur landsstýriskvinna, at eftir at hon fekk málsøkið  at umsita á sumri 2025, legði hon uppgávuna til Gjaldstovuna at umsita.

– Saman við Gjaldstovuni avráddi Fíggjarmálaráðið, at ein landsfevnandi heildarætlan (strategi) fyri vitlíki skuldi gerast, og fyrsta stigið í hesum sambandi var ein forkanning.

– Forkanningin, sum verður liðug í februar, er ein støðulýsing. Hon vísir okkum, hvar vit standa, og er eitt neyðugt grundarlag til at gera sjálva heildarætlanina. Heildarætlanin hevur til endamál at lýsa, hvussu vit í Føroyum gagnnýta vitlíki á bestan hátt, so tað kann verða við til at loysa haldførisavbjóðingarnar, styrkja um kappingarføri, og varðveita og styrkja føroyska málið, sigur Ruth Vang.

– Áðrenn arbeiðið at gera sjálva heildarætlanin kann fara í gongd, skal fígging finnast til hetta arbeiðið, sigur hon.

Mett verður at hetta arbeiði kostar umleið 1 mió. kr. Verður fíggingin tøk kann heildarætlanin verða liðug og almannakunngjørd í ár, og kann hon tá fara til politiska støðutakan.

– Heildarætlanin er fortreytin fyri, at vit neyvt kunnu siga, hvat skal setast av til at fremja og seta í verk hesi átøk næstu árini. Uttan hesa fyrireiking vita vit ikki, hvat veruliga loysnin kostar ella krevur sigur landsstýriskvinnan.

Tað ber til at fylgja gongdini á forkanningini á verkætlanar heimasíðuni: vitliki.talgildu.fo

 

Svar til spurning nr. 2.

Fyrsta stig er ein forkanning, næsta stig er ein heildarætlan, triðja stig er íløgur og verksetan.

Heildarætlanin skal tryggja, at vitlíki loysir veruligar samfelagsligar avbjóðingar. Forkanningin hevur longu avdúka at møguleikarnir liggja serliga á fýra høvuðsøkjum, sum krevja íløgur nú:

1. Føroyska málið: Vitlíkitøkni skal skilja og tosa føroyskt. Hetta snýr seg ikki bara um at varðveita málið, men um at tryggja, at føroyingar kunnu nýta tøknina á sínum egna máli - líkamikið um talan er um eldri borgarar, børn ella vinnulív.

2. Góðar tænastur og meira vælferð: Okkara almenna arbeiðsmegi er undir einum øgiligum trýsti. Vitlíki skal ikki spara fólk burtur, men lætta um hetta trýsti og frígeva tíð, so starvsfólk fáa betri stundir til teirra kjarnuuppgávur - eitt nú í heilsuverkinum, eldrarøkt og ymiska málsviðger.

3. Vinnuligir karmar: Tað almenna skal skapa rætta umhvørvið og trygga lóggávu, sum gevur føroyskum fyritøkum møguleika at menna nýggjar loysnir og standa seg í altjóða kapping.

4. Fatan og førleikar: Vit mugu tryggja, at føroyingar skilja vitlíkitøkni. Hetta er avgerandi fyri, at fólk kunnu gagnnýta fyrimunirnar, men eisini fyri at fólk kunnu verja seg móti vandum sum svik og miskunning.

Heildarætlanin fer at avísa ítøkilig átøk Føroyar kann fara undir fyri at røkka teir ágóðar ið eru at vinna. Gera vit hetta rætt, fáa vit eitt samfelag, har tøknin tænir okkum og ikki øvugt.

 

Svar til spurning nr. 3.

Í løtuni hava vit einki samlað yvirlit yvir, hvussu vitlíki verður brúkt í tí almenna og tað hevur ikki verið partur av forkanningini at gera yvirlit yvir alla nýtslu av vitlíki í tí almenna.

Nógv starvsfólk brúka longu tól sum ChatGPT og Co-pilot, men hetta hendir uttan felags leiðbeiningar ella málssetningar.

Vandin við hesum er, at upplýsingar kunnu enda í skeivum hondum, og at stovnar keypa dýrar loysnir hvør sær, heldur enn at vit gera felags innkeyp. Heildarætlanin er avgerandi fyri at fáa skil á hesum, so vit nýta skattakrónurnar skilagott og tryggja dátuverndina.

Gjaldstovan er vitandi um, at onkrir almennir stovnar hava verkætlanir koyrandi, sum hava til endamál at gagnnýta vitlíki á teirra stovni, men hesar verkætlanir eru okkum kunnugt ikki almannakunngjørdar enn. Sum heild vísa verkstovurnar sum eru hildnar, at tað eru fáir stovnar sum hava tikið tøknina til sín, hóast tey síggja stórar møguleikar við tøknini.

– Heildarætlanin skal broyta hetta, so vit kunnu máta nýtsluna, deila bestu loysnirnar tvørtur um stovnar, og leiðbeina allar stovnar um hvussu teir á besta hátt koma ígongd við vitlíki, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svarinum til Una Holm Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

13 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Vendsyssel tapti á útivølli

21 minuttir síðan
Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

51 minuttir síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

1 tími síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

1 tími síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

1 tími síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: B36 vann á FC Suðuroy

2 tímar síðan
Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

3 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

3 tímar síðan
Tíðindi

75 prosent siga nei – nú verð­ur mót­mælt móti laksa­al­ing á Seyðis­firði

3 tímar síðan
Ítróttur

Tóri og Jenny fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi

4 tímar síðan