Klokkan trý seinnapartin fer manslandsliðið aftur á vøllin. Hesaferð á risastóra Astana Arena í Kasakstan, sum er ein innandura fótbóltshøll við pláss fyri umleið 30.000 áskoðarum.
Føroyski hópurin kom til kasakiska høvuðsstaðin seint leygarkvøldið, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið væl, og allir í hópinum eru væl fyri til fjorða dystin í hesum UEFA Nations League umfarinum.
Venjararnir, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava framt tvær broytingar millum teir fyrstu ellivu, í mun til dystin móti Slovakia. Í miðverjuni avloysir Heini Vatnsdal Andrias Edmundsson, sum hevur leikbann, og á miðvøllinum kemur Áki Samuelsen inn fyri Poul Kallsberg.
Mattias Lamhauge verjir málið, og framman fyri hann vera Odmar Færø, ið er liðskipari, Gunnar Vatnhamar og Heini Vantsdal. Á hvør sínum bakki vera Jóannes Kalsø Danielsen og Martin Agnarsson.
Føroyska miðvøllin manna Áki Samuelsen, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð og Hanus Sørensen, og fremsti maður verður Petur Knudsen.
Eykamenn eru Ari í Haraldstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Samuel Chukwudi, Arnbjørn Svensson, Emil Weihe Joensen, Jørgen Nielsen, Poul Kallsberg, Ási Dam, Aron Benjaminsen, Jann Benjaminsen og Mattias Hellisdal.
FM1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn frá dystinum, sum eisini sæst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.