info
Ongi úrslit

Hetta kundi eg ikki standa modell til

Eg klári ikki at fáa flokkin at semjast og ein av ósemjunum snúði seg um Anniku Olsen, sigur Christian Andreasen

Áki Bertholdsen
10. november 2022 kl. 12:55

Myndin er ikki tøk

Sum vit hava skrivað í morgun, hendi tað óvæntaða, at formaðurin í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, leggur frá sær, beint sum farið veðrur undir valstríðið til løgtingsvalið 8. desembur.  Ein orsøk til at hann fer frá nú, er, at hann var ósamdur við mátan, flokkurin stillaði upp til Fólkatingið upp á. Har var tað serliga eitt, sum leyp í eyguni á teimum flestu og tað var, at Annika Olsen, sum hevur fingið nógvar atkvøður, ikki var á listanum.

Christian Andreasen hevur váttað, at uppstillingin var ímóti hansara tilmæli, men hann kom í minniluta. Og í samrøðu við FM1 nú á miðdegi váttar hann, at tað er Annika Olsen, tað snýr seg um. Men hann sigur, at tað eru eisini onnur mál, tað er so stór ósemja um innanfloks at hann kastar handklæðið í ringin og gevst, tí hann ásannar, at hann megnar ikki at samla flokkin.

Tað er ikki semja í flokkinum um avgerandi spurningar og tað kann eg ikki standa modell til. Við KvF sigur hann, at spurningurin um rættindini hjá samkyndum er eitt av hesum málum, sum semja ikki fæst um. Hann sigur, at tað eru eisini onnur mál, ósemja er um, tað hevur hann ikki fleiri viðmerkingar til.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Christian Andreasen greiða frá á FM1

 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

17 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta framúr gott mál móti Szeged (Champions League)

2 minuttir síðan
Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

7 tímar síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

8 tímar síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

8 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

8 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

8 tímar síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

8 tímar síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

9 tímar síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

9 tímar síðan