info
Ongi úrslit

Ikki meiri enn helvtin er koppsett

Og serliga hjá einum aldursbólki, verður slett ikki lurtað eftir myndugleikunum

Áki Bertholdsen
1. desember 2022 kl. 14:25

Nú veturin stendur fyri durum av álvara, hava heilsumyndugleikarnir staðiliga mælt fólki til at lata seg koppseta fyri influensu. Serliga verður mælt til at fólk yvir 65 ár lata seg koppseta fyri influensu – og hjá teimum er tað eisini ókeypis at verða koppsett. Tað er eisini ókeypis hjá yngri fólki í ymsum vandabólkum.

Myndugleikarnir siga, at hesi bæði seinastu árini hava mestsum verið influensafrí, tí vit hava skíggja koronu, men tað hevur eisini havt ta ávirkan, at influensa hevur ikki gingið heldur, sum hon plagdi hvønn vetur.

Tí er er mótstøðuførið viknað og tað merkir, at hjá nógvum er væntandi, at influensan fer at taka munandi fastari enn vanligt. Og serliga stúra myndugleikarnir fyri at fólk skulu fáa bæði koronu og influensu ísenn.

Tískil verður esini mælt til, at fólk verða koppsett fyri koronu einaferð afturat fyri at styrkja mótstøðuførið. Men sum vit skrivaðu í áðni, gongur meiri enn strilti at fáa fólk at koppseta seg fyri koronu. Les heisini: Koppseting: Vit lurta ikki eftir myndugleikunum

Tað stendur lítið frægari til við tilmælinum um at fólk skulu koppseta seg fyri influensu. Tilsamans eru eini 9.600 fólk yvir 65 ár, men nýggjastu tølini frá Heilsutrygd siga, at tað eru bara sløk 5.000 fólk, sum eru koppsettfyri influensu. Sostatt eru væl minni helvtin av teimum yvir 65 ár koppsett fyri influensu, tí nøkur av teimum koppsettu eru undir 65 ár. Harumframt eru tað eisini eitt stórt tal av heilsustarvsfólki, sum eru koppsett fyri influensu. Á Heilsutrygd siga tey, at tað er hesa tíðina, at tey flestu verða koppsett, so í roynd og veru vænta tey ikki at tað verða so nógv fleiri afturat, sum lata seg koppseta.

Heilsumyndugleikarnir mæla eisini til, at børn ímillum tvey og seks ár, verða koppsett fyri influensu. Tað er tí, at tað eru børnini, sum eru teir stóru smittuberararnir. Tey verða ikki koppsett við sproytu, men við nasaspray.

Men í hesum aldursbólkinum gongur heilt galið, tí Heilsutrygd sigur, at iki eitt tað einasta barn er koppsett. Í fjør vóru nøkur heilt fá børn koppsett. 

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Psykiatriski depilin flytir í H-bygninginum

2 tímar síðan
Tíðindi

Íslendingar krevja ís­lenskt mál í iPhone og Mac

2 tímar síðan
Tíðindi

Bara fýra atkvøður fyri at avmarka stutttíðarleigu

3 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarligt flutningsflogfar dottið niður í Russlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Meta at 90 milli­ard­ir verða hvít­vask­aðar ár­liga í Danmark

4 tímar síðan
Tíðindi

26 grøn­lend­ing­ar krevja 3,25 milli­ónir frá danska statinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Borgarafundur við Gjógv í morgin

5 tímar síðan
Tíðindi

Ákæruvaldið kært úrskurðin í Bakkafrostmálinum

6 tímar síðan
Tíðindi

Ráðstevna um rottutýning

6 tímar síðan
Tíðindi

Umboðsmaður: Vitlíki kann gera klagur tyngri at viðgera

6 tímar síðan
Tíðindi

Nú er økið mest sum liðugt

7 tímar síðan
Tíðindi

Trump er komin á Asean-toppfund í Manila

8 tímar síðan