info
Ongi úrslit

Jens Mortan ringdi 112

- Umborð á Eivindi var slett eingin panikkur, sigur Jens Mortan Rasmussen, sum var skjótur á staðið við Flesjarnar, tá línuskipið tók í botn og legði seg á bakborðssíðu.

Vilmund Jacobsen
2. august 2021 kl. 14:53

 

Jens Mortan Rasmussen og kona hansara, Rigmor Rasmussen, sóu, tá frystilínuskipið Eivind fór á land á Flesjunum klokkan 11.20 í morgun. Tey hildu, at skipið var rættiliga nær og fylgdu tí við, hvussu hetta fór at tørna út. Knappliga sóu tey, at reyði botnurin á Eivindi kom upp úr sjónum.

Jens Mortan Rasmussen sigur, at hann beinanvegin ringdi 112 og segði frá tí, hann hevði sæð, og nakrar minuttir seinni ringdi 112 aftur og segði, at MRCC var á málinum. Jens Mortan og Rigmor loystu bátin á Strondum og sigldu suður til Flesjarnar fyri at vita, um brúk var fyri hjálp.

- Mín fyrsti tanki, tá eg sá, at skipið tók, var, at bara skipið ikki søkkur. Tá vit komu á leiðina, vóru onkrir bátar longu komnir til Eivind. Umborð á línuskipinum var slett eingin panikkur, og her var als eingin vandi á ferð. Meðan vit vóru við Flesjarnar, høvdu vit ikki samband við manningina umborð, sigur hann.

Meðan tey vóru við Flesjarnar, tóku Jens Mortan Rasmussen og konan, Rigmor Rasmussen, nakrar myndir, sum In.fo hevur fingið loyvi at brúka. Tá vit skiftu orð við fuglfirðingin fyri løtu síðan, visti hann eisini at siga, at Brimil júst var komin á leiðina við Flesjarnar.

##med2##

##med3##

##med4##

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Barnaverndartænasta opið hús

8 minuttir síðan
Tíðindi

Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

21 minuttir síðan
Tíðindi

Búskaparráðið leggur fram frágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri

32 minuttir síðan
Tíðindi

Vil styrkja sambondini við Brasil

43 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri enn 100.000 fólk í Japan eru 100 ár og eldri

47 minuttir síðan
Tíðindi

Møguligt herverk steðgaði tokum

1 tími síðan
Tíðindi

Seinasta ferðin hjá sluppini Verdandi

1 tími síðan
Tíðindi

Marglætisskip við 746 ferða­fólk­um á Havnini

1 tími síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen: Russisk skjóting kemur tíverri ikki óvart á

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein tikin fyri at koyra við kenning

3 tímar síðan
Tíðindi

USA hevur vápn í rúmdini

4 tímar síðan
Tíðindi

Hægstirættur vísir Trump aftur í máli um brævatkvøður

9 tímar síðan