Agathu Kjærbæk Djurhuus, Joan R. Johannesen og liðfelagarnir í KA/Þór hava nú tapt fimm teir fyrstu dystirnar í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í hesum kappingarárinum.
Fríggjakvøldið tapti KA/Þór á útivølli 25-30 fyri Gróttu, ið var á odda 13-11 í steðginum.
Agatha (myndin) var effektiv. Hon skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir. Joan skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir.
Leygardagin 17. oktober kemur liðið hjá Ingu Mariu Roysdóttir, Stjarnan til Akureyrar fyri at spæla dyst móti KA/Þór.