info
Ongi úrslit

Kirkjugarðurin í Sandavági – Vága kommuna ongan ognarskap!

Í tveimum lesarabrøvum havi eg lovað at fara at skriva um vantandi ognarskap hjá Vága kommunu til lendið, har kommunan byggir kirkjugarð.

Maria Jacobsen
27. apríl 2026 kl. 06:48

Nú borgarstjórin, Bjarni Prior, hevur verið so beinasamur í skrivi 24. apríl 2026  at greiða okkum frá, at kommunan ikki hevur ognarskap til lendið, har kirkjugarðurin verður bygdur, er ikki so nógv hjá mær at siga!

Eg kann tó leggja hetta afturat:

Hyggur tú á tinglýsing.fo eftir matr.nr. 25 í Sandavági, har Vága kommuna síðan des. 2025 hevur bygt kirkjugarð, er fjøran eigari.

Tað sæst eisini, at Vága kommuna (sum er ætlaði keyparin) hevur latið 9 skeyti viðv. matr.nr. 25 til tinglýsingar.

Skeytini snúgva seg um, at hagapartar í markatalsbygdini Sandavági ætlandi skulu selja 2.300 m2 burturav fjøruni í Sandavági til Vága kommunu at nýta sum kirkjugarð. Fyrsta skeytið er dagfest 22. des. 2025 og kom Tinglýsingini í hendi hin 12. jan. 2026.

Í Sandavági eru 12 hagapartar á tils. 48 mk. Hagapartarnir í Sandavági eru bæði óðals og kongs – tvs. ein partur er landsjørð, sum allir føroyingar eiga. Hagapartarnir í Sandavági eiga ikki fjøruna!

Einki skeyti er latið tinglýsingini viðv. 3 hagapørtum.

Øll tey 9 skeytini eru burturvíst frá Tinglýsingini, tí tey kunnu sjálvandi ikki lýsast sum ognarheimild.

Hinvegin eru tey lýst sum byrða á matr.nr. 25. Tað merkir, at Tinglýsingin hevur staðfest, at viðurskifti eru, ið hava við sær, at hesi skeyti ikki kunnu tinglýsast sum ognarheimild.

Ein byrða er ikki ognarheimild!

Vit kenna øll orðini í § 73 í donsku grundlógini: “Ejendomsretten er ukrænkelig”.

Tí er fyrsta og fremsta málið hjá Tinglýsingini at tryggja sær, at tann, ið ætlar sær at selja, veruliga er eigari av tí, hann selir!

Tá Tinglýsingin fær skjøl til tinglýsingar, er uppgávan hjá henni at kanna eftir, at øll formlig viðurskifti eru, sum tey eiga.

Tinglýsingin er av vanligum fólki kend fyri at seta sera strong krøv. Og tað skal Tinglýsingin sanniliga eisini gera!

Tey, sum kenna tinglýsingarøkið, vita, at tað meir enn so hendir seg, at skjøl, ið eru send til tinglýsingar ongantíð gerast ognarheimild.

Tað er eisini orsøkin til, at keypspeningur ikki verður fluttur, fyrr enn skeyti er tinglýst uttan rættarviðmerkingar, tí tástaðni er ognarheimildin í lagi, men, sum eg longu havi sagt, kemur tað ongantíð at henda í hesum málinum.

Niðurstøða mín er:

Vága kommuna hvørki hevur ella fær ognarheimild til lendið, har kirkjugarðurin verður bygdur!

...

Landsstýrismenn upp í leikin!

Hóast vantandi ognarheimild hevur kommunan nú í meira enn 4 mánaðir hildið fram at byggja kirkjugarð á ogn, hon ikki eigur.

Vága kommuna fýrir ikki fyri at hótta borgarar sínar við fútabanni, fara teir undir bygging, áðrenn øll formlig viðurskifti eru greidd.

Kommunan tykist tó at halda, at hon sjálv ikki skal fylgja lógini.

Komandi býráðsfundur verður týskvøldið 29. apríl 2026 og her er kirkjugarðurin ikki á skrá.

Løgtingslógir eru, ið stýra, hvar og hvussu kirkjugarðar kunnu vera. Her er Bárður á Lakjuni landsstýrismaður við evstu ábyrgd.

Somuleiðis eru løgtingslógir fyri ognarviðurskiftum. Her er evsti ábyrgdarhavari Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Tað gevur mær ta vón, at her fer at koma skil á hetta málið til endans.

Tað týdningarmesta er sjálvsagt, at hesin kirkjugarðurin í fjøruni ikki verður tikin í nýtslu, fyrr enn endalig greiða er fingin á øllum viðurskiftum. Tí sum samfelag kunnu vit ikki liva við øðrum!

Eg skal at enda takka Vága kommunu fyri avdúkandi aftursvarið til lesarabræv mítt “Vága kommuna byggir kirkjugarð uttan byggiloyvi”.

Tað vendi eg aftur til.

 

Maria Jacobsen

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Gonguprát við Inga Jonhardsson um steypafinaluna

4 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundarnir koma heim

4 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Hørð byrjan

4 tímar síðan
Tíðindi

Lágmæltur krígsfilmur úr Ísrael

4 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanski miðbankin hækkar rentuna

4 tímar síðan
Hondbóltur

Ovi og Pauli vunnu seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini

5 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin mátti lúta fyri Veszprém

5 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB kopp­aði greipu­vinn­ar­u­num

6 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

6 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel fekk dreymabyrjan men tapti fyri superliguliði

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til málið sum tryggjaði Mjällby eitt stig

7 tímar síðan
Tíðindi

Ray á Roks vann silv­ur við skerpi­kjøti og sjó­pylsu á pizzuni

7 tímar síðan