info
Ongi úrslit

Korona: Mangla einar átta milliónir krónur

Tey vænta, at tey fara at kanna 4.000 fólk fyri koronu um vikuna

Áki Bertholdsen
9. november 2021 kl. 15:58

 

Korona ger aftur um seg av álvara og støðan kann verða álvarslig. Tað siga tey í Heilsuverkinum, nú Løgtingið hevur eina umbøn um eykajáttan til viðgerar.

Heilsuverkið sigur, at eitt fyribyrgjandi tiltak ímóti koronu er, at tað skal vera lætt og ómakaleys hjá fólki at verða kannað fyri koronu. Og tað eru eisini nógv, sum lata seg kanna og Heilsuverkið væntar, at alla restina av árinum fara tilsamans eini 4.000 fólk at lata seg kanna fyri koronu – um vikuna, á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Tað er nógv meiri enn tey høvdu væntað og av tí sama fara útreiðslurnar eisini at hækka. Sjúkrahúsverkið hevði væntað, at tað fór at kosta 12 milliónir hjá sjúkrahúsunum at kanna fólk fyri koronu restina av árinum og hjá Landssjúkrahúsinum at hava kanningarstøð á Eystarubryggju.

Eykaútreiðslur fara eisini at standast av av hava koronudeildina tøka til sjúklingar, sum verða innlagdir og til at koppseta fleiri fólk, eisini nú ávísir aldursbólkar kunnu verða koppsett fyri triðju ferð so tilsamans er talan um eykaútreiðslur upp á einar átta milliónir restin av árinum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 17:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Týskland vann stórsigur á Niðurlondum

8 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskt ræði á løgregluni til aðru viðgerð

8 tímar síðan
Tíðindi

- Vit gjørdu ov lítið fyri at hjálpa og stuðla Ukraina

8 tímar síðan
Bilar

Tesla fer at byggja sjálv­koyr­andi bil­ar í Týsk­landi

9 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Frank tek­ur við botn­lið­num í Premier League

10 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar samrøður millum Ukraina, USA og ES

11 tímar síðan
Tíðindi

Altjóða da­gur móti harð­skapi móti kvinn­um

11 tímar síðan
Tíðindi

38 lond eru ótrygg um kjarnorkutrygd í Ukraina

12 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Moldova

12 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður bið­ur um frá­greið­ing um fyrnda Bakka­frost-málið

12 tímar síðan
Tíðindi

Lions Club Tórshavn heldur 60 ára stovningardag

13 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun og hansara menn hava kós móti uppflyting

13 tímar síðan