info
Ongi úrslit

Korona: Tí skalt tú prikast tvær ferðir

Flestu koppingarevnini ímóti koronu krevja tvey prik

Eyðun Klakstein
5. januar 2021 kl. 15:57
Fyrstu føroyingarnir eru nú koppsettir ímóti koronu. Fyrstu prikini vórðu gjørd fyri nýggjár, og nú verður hildið fram at koppseta. Flestu koppingarevnini, sum verða ment, krevja tvey prik, og sagt verður, at tríggjar vikur skulu ganga ímillum fyrra og seinna prik. Í summum londum ætla tey at hava longri ímillum prikini, men neyðugt er í øllum førum, at fólk fáa tveir skamtar av koppingarevninum. Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum verður brúkt í Føroyum, skal geva 95 prosent verju ímóti covid-19. Kravið er, at fólk fáa tveir skamtar, annars er verjan ikki so høg. Fyrri skamtur gevur eina akutta reaktión í kroppinum, tí kroppurin verjir seg ímóti virus. Eftir fyrsta virusálopið gloyma nógvar sellur virusið og gevast at framleiða andevni ímóti tí. Summar sellur halda fram at framleiða andevni, og tær skulu við seinna skamtinum hava eitt boost, so at sellurnar minnast virusið. Hetta gevur góða og drúgva verju. Í Føroyum verða fólk koppsett tvær ferðir við trimum vikum ímillum. Danska Heilsustýrið hevur sagt, at tað ber til at hava seks vikur ímillum prikini.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Serligt at spæla landsdyst á Tórsvølli

50 minuttir síðan
Tíðindi

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

1 tími síðan
Tíðindi

Nær sleppa fleiri at fram­leiða streym inn á net­ið hjá SEV?

1 tími síðan
Ítróttur

Fimm íkarar úttiknir til HM í inniróðri

2 tímar síðan
Tíðindi

Jólahugni í Plantasjuni

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aluminij mátti lúta fyri oddaliðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Danmark bann­ar far­tele­fon­um í skúl­um frá næsta skúlaári

3 tímar síðan
Tíðindi

Kommunurnar taka undir við áheitan um hægri samsýning til fosturforeldur

3 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøð­ing­ar mæla frá at brúka Eir­ar­garð í meira enn trý ár aftrat

4 tímar síðan
Tíðindi

Donsk screen­ing kann eisini fevna um um­søkj­ar­ar í Før­oyum

5 tímar síðan
Tíðindi

ES-nevndin við nýggjum revsitiltøkum móti Russlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Eingin semja um fastar læknar á røktarheimunum

5 tímar síðan