info
Ongi úrslit

Korona: Viðgera nú um smábørn í Føroyum skulu koppsetast

Tað hevði verið ein stór hjálp, sigur landslæknin

Áki Bertholdsen
27. november 2021 kl. 12:00

Nú skulu foreldur í Føroyum helst taka støðu til, um tey vilja lata tey smáu børnini eisini verða koppsetast fyri koronu. Í fyrradagin góðkendi EMA, sum er stovnurin ið hevur eftirlit við heilivági í ES, at tey 5 til 11 ára gomlu kunnu koppsetast fyri koronu. Tað er koppingarevnið frá Pfizer, sum er góðkent til tey 5 til 11 ára gomlu og tað er hetta koppingarevnið, sum verður brúkt í Føroyum.

Og danska heilsustýrið lá ikki á boðunum, tí longu gjár mæltu tey til, at tey 5 til 11 ára gomlu í Danmark verða koppsett. Og í dag verða tey fyrstu børnini koppsett.

Vit plaga at fylgja tilmælunum frá danska heilsustýrinum og Lars Møller, landslækni, sigur, at nú verður spurningurin eisini tikin upp í Føroyum um vit skulu koppseta tey 5- 11 ára gomlu. Hann sigur, at í næstu viku fer Farsóttarnevndin at hava fund um málið og tá verða eisini barnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum bodnir við fyri at vita, hvørja áskoðan teir hava.

Landslæknin sigur, at so verður eitt tilmæli latið landsstýrinum, tí tað er landsstýrið, sum tekur endaliga støðu til koppseting.

Tá ið myndugleikarnir í Danmark mæla til at koppseta tey 5- 12 ára  gomlu, er tað ikki endiliga fyri at verja tey, tí tey verða sjáldan serliga sjúk av koronu. Men tey smitta illa frá sær, og tað eru tey, sum dríva smittuna runt í samfelagnum.

Danski læknin, Peter Qvortrup Geisling sigur við DR, at sostatt er tað minst líka nógv fyri samfelagsins besta, at tey smáu børnini skulu koppsetast og ikki so nógv fyri teirra egna besta. Ein spurningur, foreldur sostatt skulu taka støðu til, er, um tey vilja taka hetta takið fyri samfelagsins besta, at tey lata børnini verða koppsett.

Men hann staðfestir samstundis, at tað er sanniliga eisini fyri barnsins besta, at vit hava eitt opið samfelag og fáa virka nøkunlunda frælst.

Og Lars Møller sigur, at støðan er akkurát tann sama í Føroyum og tí sigur hann, at verða tey smærru børnini koppsett - og verður undirtøkan fyri tí nóg stór - hevði tað hjálpt øgiliga væl í stríðnum ímóti koronu at koppsett tey eisini. Men hann ásannar eisini, at tað er ein heilt serlig støða at mæla til at koppseta børn. Men hann heldur, at tað hevði fingið stóran týdning í royndunum at tálma smittuspjaðingini.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Landsstýrismaðurin luttekur á ST-aðalfundi í New York

4 minuttir síðan
Fótbóltur

Jóhanna aftur á vøllinum eftir at hava verið úti í eitt ár

1 tími síðan
Lesarabrøv

Sama ríkið. Ójavnt ræði

5 tímar síðan
Tíðindi

Í »bíðibygdini« bíða tey enn eftir at sleppa heim

5 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í ST: - Vit velja ikki at doyggja

8 tímar síðan
Tíðindi

AI-stjórar ávara ST um váðan við vitlíki

8 tímar síðan
Tíðindi

Hava aftur leitað í dag - uttan úrslit

9 tímar síðan
Hondbóltur

Sasja er í gongd aftur í bestu sveisisku hondbóltsdeildini

9 tímar síðan
Tíðindi

Grønlandski lands­stýr­is­for­mað­ur­in: Av­tal­an stað­fest­ir sjálvs­av­gerð­ar­rættin

10 tímar síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir í HØJ máttu lúta fyri Aalborg

10 tímar síðan
Tíðindi

Pensjón, fost­ur­tøka og kopp­set­ing­ar á skránni í Løg­tinginum

10 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann grannauppgerðina - VÍF vann norðuri í Klaksvík

11 tímar síðan