Skipið Bandero, sum hevur ligið í íslendskari havn síðani myndugleikarnir tóku ræði á tí í summar, hevur nú fingið eina heilt øðrvísi útsjónd.
Felagsskapurin Captain Paul Watson Foundation hevur lagt myndir á Facebook, sum vísa, at stórur partur av skipinum er málaður við reyðum mótmælisorðum móti hvalaveiðu.
Á skrokkinum stendur við stórum bókstavum: Loftsson murders whales – Loftsson myrðir hvalir.
Hetta er ein ákæra frá mótmælisfólkunum móti íslendska reiðaranum Kristjáni Loftsson, sum eigur hvalaveiðifelagið Hvalur hf.
Á yvirbygninginum stendur millum annað Stop whaling, og á brúnni er ein stórur bannari við orðunum 100 days in captivity and counting – 100 dagar í varðhaldi, og talið veksur.
Skipið gjørt til flótandi mótmæli
Í nýggjum uppslagi á Facebook skrivar Captain Paul Watson Foundation, at eitt skip kann hava annað og meira við sær enn eina manning.
Tað kann eisini bera ein boðskap.
Felagsskapurin sigur, at manningin hevur gjørt Bandero til eitt flótandi mótmæli, har allur boðskapurin hevur til endamáls at fáa fólk at leggja merki til framhaldandi hvalaveiðuna.
Felagsskapurin lýsir átakið sum beinleiðis mótmælisvirksemi, har skipið sjálvt verður brúkt sum pallur fyri boðskapinum.
– Steðgið hvalaveiðuni. Verjið hvalirnar. Haldið trýstinum uppi, er boðskapurin hjá felagsskapinum.
-
©
Tikið av íslendsku sjóverjuni
Bandero kom til Íslands í summar sum partur av átakinum Operation 86, ið hevði til endamáls at steðga hvalaveiðuni hjá Hvalur hf.
30. juli tók íslendska sjóverjan ræði á skipinum eftir eina hending á havinum, har Bandero hevði nærkast hvalaveiðiskipinum Hval 9.
Sambært íslendsku myndugleikunum hevði manningin á Hval 9 biðið um hjálp, tí hon metti trygdina vera hótta.
Skiparin á Bandero varð handtikin, og skipið varð ført til Reykjavíkar.
Manningin fekk seinni boð um at fara úr Íslandi, og skipið varð hildið aftur í sambandi við eitt endurgjaldskrav frá Hvalur hf.
Felagsskapurin hjá Paul Watson hevur mótmælt framferðini hjá íslendsku myndugleikunum og hevur kravt at fáa skipið aftur.
Ósemja um havnargjøld
Bandero varð í august flutt úr Reykjavík til Akranes.
Í oktober kom nýggj ósemja, tá havnarmyndugleikarnir vildu hava skipið flutt aftur til Reykjavíkar vegna vánaliga veðurforsøgn.
Felagsskapurin sýtti fyri at gjalda fyri flutningin við teirri grundgeving, at tað vóru íslendskir myndugleikar, sum høvdu avgjørt, hvar skipið skuldi liggja.
Skipið varð kortini flutt til Reykjavíkar 13. oktober.
Sambært íslendska miðlinum Vísi var afturhaldingin av skipinum tá longu avtikin, men ógreidd havnargjøld og onnur viðurskifti høvdu við sær, at skipið framvegis var í Íslandi.
Hvalaveiðan framvegis stríðsmál
Hvalaveiðan í Íslandi hevur í nógv ár verið umstrídd, bæði í Íslandi og uttanlands.
Kristján Loftsson og felag hansara Hvalur hf. hava verið millum fremstu umboðini fyri framhaldandi vinnuliga hvalaveiðu.
Paul Watson og felagsskapur hansara hava hinvegin í fleiri ár roynt at steðga hvalaveiðu við mótmælum og beinleiðis átøkum á havinum.
Sambært RÚV vórðu 93 nebbafiskar veiddir í íslendsku hvalaveiðutíðini í ár.
Íslendska stjórnin hevur boðað frá ætlanum um at leggja fram uppskot um at banna hvalaveiðu.
Við nýggju boðskapunum hevur Captain Paul Watson Foundation nú gjørt Bandero til eitt sjónligt mótmæli, hóast skipið framvegis liggur í íslendskari havn.
Keldur: Captain Paul Watson Foundation, RÚV og Vísir.