Klokkan 18 byrjar seinna áttandapartsfinalan millum spanska liðið, Atletico Guardes og H71 í Europa Cup kappingini fyri kvinnur.
Atletico Guardes vann fyrra dystin ígjár tepurt 34-31 (17-12), so spenningur er um samlaða úrslitið. Eitt skiftið í seinna hálvleiki var spanska liðið frammanfyri við níggju málum, men við einum flottum endaspurti eydnaðist tað hoyvíkskvinnum at sleppa ógvuliga heiðurliga frá fyrra dystinum.