info
Ongi úrslit

Meira enn stormur skal til fyri at koppa føroyingum

Dagfinn Olsen
22. mai 2023 kl. 19:09

Føroyar fara at fáa so ringt illveður, sum vit ikki hava upplivað áður. Tað er boðskapurin í einari norðurlendskari granskingarverkætlan, og granskararnir hava verið í Føroyum í sambandi við tilbúgvingina

Hetta skrivar setur.fo.

NordForsk hevur verið á reportasjuferð í Føroyum fyri at kanna, hvønn týdning norðurlendska granskingarsamstarvið hevur fyri føroyingar. Fyrsta greinin í røðini varð almannakunngjørd í síðstu viku, og í dag er so onnur greinin komin. Hon kann lesast í fullum líki her.

Útgangsstøði fyri greinini er ein granskingarverkætlan, Climate Change Resilience in Small Communities in the Nordic Countries (CliCNord), sum liggur undir granskingarøkinum hjá NordForsk um samfelagstrygd í Norðurlondum. Verkætlanin kannar, hvussu smáu umráðini í Norðurlondum handfara ymisk ógvuslig veðurfyribrigdi, og á odda fyri verkætlanini er Rico Kongsager frá University College Copenhagen.

Fyri nøkrum árum síðani ávaraði hann í hesi greinini á NordForsk um, at vit í Føroyum fara at fáa illveður, sum vit ikki hava upplivað áður.

- Føroyingar kenna alt til ódnarveður, so teir eru vanir at halda seg innandura, tá stormur er. Tey kenna sítt øki og vita, hvat tey skulu gera. Tað, sum tey kanska ikki eru eins væl fyrireikað til, er tann styrkin, sum illveðrini fara at hava í framtíðini. Tað verður so ógvusligt, at tað er meira enn húsini, vegirnir og brúgvarnar eru bygd til, so alt undirstøðukervið skal tillagast nýggju veðurfyribrigdunum, segði granskingarleiðarin í greinini frá september 2021.

NordForsk hevur nú verið í Føroyum og gjørt samrøður um tilbúgvingarvenjingar, sum hava verið í Føroyum, og har granskararnir frá CliCNord vóru við.

Tey hava tosað við Finn Hansen, tilbúgvingarleiðara í Norðoyggjum, og Maritu Sumberg, borgarstjóra á Viðareiði og sjúkrarøktarfrøðing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, um tilbúgvingarvenjingarnar, sum hava verið, skrivar setur.fo.

Myndin er ikki tøk

Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari 

Myndin er ikki tøk

Marita Sumberg, borgarstjóri

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

56 seglbátar vitjaðu Vágs havn

10 minuttir síðan
Tíðindi

Veitarar úr Eysturoy á vitjan í Noregi

35 minuttir síðan
Tíðindi

12. november á forsíðunum gjøgnum árini

1 tími síðan
Fótbóltur

Meistaravenjari kemur ikki aftur til Runavíkar

1 tími síðan
Tíðindi

Danmark lækkar partafelagsskattin niður í 19 prosent

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar við í norð­ur­lendsk­um út­boði um veður­lags­til­búgv­ing

1 tími síðan
Tíðindi

Hvussu eru føroysku firðirnir broyttir?

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómari úr Finnlandi til dystin Slovakia-Føroyar

2 tímar síðan
Tíðindi

Frá grafikkortum til AI-stjørnu: Nú er Nvidia-stjórin undir trýsti

2 tímar síðan
Tíðindi

Jólasøla verður í Verkhúsinum Virkni hetta vikuskiftið

3 tímar síðan
Tíðindi

Jarðfeingi bjóðar út keyp av 150 tonsum av CO₂

4 tímar síðan
Tíðindi

Kunnu fáa danska hjálp at finna út­lendsk­ar í­leggj­arar

4 tímar síðan