info
Ongi úrslit

Meiri ferð á føroyska búskapinum í fjør

Búskaparvøksturin var 1,9 prosent í 2025 móti 0,8 prosentum árið fyri. Tilfeingisvinnan dró vøksturin upp, meðan framleiðsluvinnan dró niður.

Eirikur Lindenskov
6. oktober 2026 kl. 14:15

Føroyski búskapurin vaks 1,9 prosent í 2025. Tað vísir fyrsta uppgerðin av tjóðarroknskapinum fyri árið, sum Hagstova Føroya hevur kunngjørt.

Vøksturin var størri enn í 2024, tá hann var 0,8 prosent. Kortini var ferðin á búskapinum minni enn árini 2021 til 2023, tá árligi vøksturin var oman fyri trý prosent.

Talan er um realan búskaparvøkstur. Tað merkir, at hædd er tikin fyri prísgongdini, so tølini vísa broytingina í framleiðsluni av vørum og tænastum.

Tilfeingisvinnan dró upp

Tilfeingisvinnan gav størsta positiva ískoytið til vøksturin í samlaðu bruttovirðisøkingini. Ískoytið var 5,4 prosentstig í 2025 móti 1,2 prosentstigum árið fyri.

Tænastuvinnan gav eitt positivt ískoyti á 1,2 prosentstig. Hinvegin dró framleiðsluvinnan niður við einum negativum ískoyti á 3,9 prosentstig.

Samlaða bruttovirðisøkingin í føstum prísum vaks 2,6 prosent. Vakstrarískoytini vísa, hvussu nógv hvør vinnugreinabólkur ávirkar samlaðu virðisøkingina, og eru ikki tað sama sum prosentvísi vøksturin í einstøku vinnunum.

Størri vøkstur enn í ES

Føroyski búskaparvøksturin var hægri enn í ES, har búskapurin vaks 1,4 prosent í 2025.

Í norðurlendsku samanberingini hevði Danmark størsta vøksturin við 3,5 prosentum. Svøríki hevði 1,4 prosent, Ísland og Noreg 1,1 prosent og Finnland 0,8 prosent.

Føroyar høvdu sostatt størri vøkstur enn hini norðurlondini í samanberingini, undantikið Danmark.

Nærkast 30 milliardum

Bruttotjóðarúrtøkan, sum er eitt mát fyri samlaðu virðisskapanina í landinum, var 29,5 milliardir krónur í ársins prísum í 2025. Árið fyri var hon 27,9 milliardir.

Vøksturin í ársins prísum var 5,6 prosent. Hetta talið fevnir eisini um ávirkanina frá prísgongdini.

Fyri hvønn íbúgva var bruttotjóðarúrtøkan 539.000 krónur, umleið 26.000 krónur meira enn í 2024.

Í sambandi við nýggju uppgerðina hevur Hagstovan eisini endurskoðað tølini fyri 2022 til 2024. Tað hevur havt smærri broytingar við sær.

Kelda: Hagstova Føroya.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

15 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

Í gjár kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Heini er millum teir fyrstu ellivu í dag

55 minuttir síðan
Tíðindi

Ísland økir alivinnuna við rúkandi ferð

1 tími síðan
Tíðindi

Marco Rubio: - Ísland er sentralt fyri trygdina her norðuri

2 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 2,8 milli­ard­ir í av­lopi á gjalds­javnanum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun kennir seg næstan sum heima

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hallur Hansson gevst í fótbólti

3 tímar síðan
Tíðindi

Leiðari settur fyri Ung­dóms­ráð­gev­ing­ina hjá Sinnisbata

3 tímar síðan
Tíðindi

Eitt rør er brotið í Ánagjógv

3 tímar síðan
Tíðindi

Bárður á Lakjuni fer at framføra í Strandamáling

4 tímar síðan
Tíðindi

34 ár síðani svarta oktober

4 tímar síðan
Tíðindi

Meiriluti er fyri at beina burtur forboðið móti kjarnorku í Litava

4 tímar síðan
Tíðindi

Stór konsert í Vestmanna

5 tímar síðan