info
Ongi úrslit

Minningarorð um Søren Martin Kjær Nielsen

Føddur:16.04.1957 - deyður:14.03.2021

Randi og Marianna
30. august 2021 kl. 13:14

Tað var við stórari sorg vit fingu boðini um at Søren var farin. Søren var giftur við Boga Dánjalson Davidsen, formaður í nevndini fyri Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Søren var eitt skilafólk, høviskur, fyrikomandi og sera blíður av lyndi

Søren arbeiddi á Københavns Universitet sum bústaðarsamskipari  og fyrrverandi  starvsfólk á redaktiónini hjá Danmarks Radio. Søren hevði nógvar vinir, var gestablíður og góður at røkja vinalagið. Søren fekk Parkinson sjúku og var merktur av sjúkuni í nógv ár. Tá hann fekk í boði at fáa eina skurðviðgerð, sum gav vón um fleiri góð ár við betri lívsgóðsku var hann spentur og glaður. Eftirfylgjandi komplikatiónir vendu gleði til stóra sorg.

Gjøgnum 38 ár vóru Søren og Bogi felags um uppgávurnar og stuðlaðu hvørjum øðrum. Teir kendu sterku og veiku síðurnar hjá hvørjum øðrum. Teir raðfestu frítíðina og tað var serliga Sørin, sum skipaði fyri við teirra felags áhugamálum, at ferðast, list, bókmentir, mat, gestir og yrkisligt tjak, sum altíð var  áhugavert at luttaka í. Søren var hollur stuðul hjá Boga í dagliga arbeiðnum og í teirra felags stórmálið - rættindi hjá samkyndum bæði í Føroyum og í Danmark.

Søren var eitt fagligt og professionelt menniskja og hevði hetta við sær í øllum sínum arbeiði. Hann hevði eisini áhuga fyri sosialum viðurskiftum og fylgdi væl við í okkara arbeiði í ráðgevingini ígjøgnum Boga. Altíð klárur við góðum íblástri og einari hjálpandi hond.

Søren var lítillátin og loysti stórar sum smáar uppgávur á stillføran hátt.

Søren var skemtingarsamur við einum skálkabrosi, hjartaligur, menniskjaligur og hevði stóra umsorgan fyri øðrum. Hann tosaði við gleði og eldhuga um Føroyar, sum hann ofta hevði vitjað og um vinir og familjuna hjá Boga, sum stóð honum nær.

Okkara tankar leita til tín góði Bogi, sum hevur mist tín maka og lívsvitni gjøgnum 38 ár.

Søren er saknaður. Ærað veri minnið um Søren.

Randi og Marianna

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

23 tímar síðan

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

13 minuttir síðan
Fótbóltur

Mattias er nummar 200 í røðini

38 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir-Føroyar-Kasakstan

1 tími síðan
Fótbóltur

Føroyingar harmast um misnýttu møguleikarnar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Aarhus vann - Stoholm og Køge taptu

2 tímar síðan
Tíðindi

Æviga aktuellar systrar í Hoydølum

2 tímar síðan
Tíðindi

Deyður persónur funnin á sjónum í Qaqortoq

3 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona tapti annan dystin á rað

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump vrakar iranskt uppskot um vápnahvíld

3 tímar síðan
Hondbóltur

Jóhan vann á Magnusi - Pauli og Jákup taptu fyri meistarunum

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Aftursvar til sam­røðu hjá KVF við Trygd um priv­ata bila­út­leigu

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava fleiri pengar at verða verandi í Føroyum

4 tímar síðan