Dystur var í kvøld leiktur í Burn Mansdeildini í høllini í Vestmanna millum grannarnar í Norðurstreymoy, KÍF og VÍF.
Victor K. Thomadsen skoraði heili 16 mál fyri útiliðið, men tað var ikki nóg mikið til at tryggja KÍF stig í kvøld. VÍF vann dystin 34-32. Í steðginum var VÍF á odda 17-14.
Hallur Arason var toppskjútti hjá heimaliðnum við átta málum.
VÍF, Neistin og H71 eru fremst í deildini við seks stigum hvør. KÍF og Kyndil hava fýra stig hvør. EB hevur tvey stig, meðan Team Klaksvík og StÍF hava fyrsta stigið til góðar.
Í morgin klokkan 16 vera tveir dystir leiktir. Teir eru H71-Kyndil og EB-StÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum VÍF og KÍF:
-
©