info
Ongi úrslit

MSC kann fáa týdning fyri Vaðhorn Seafood

- Tað er gott og positivt, at MSC-góðkenningin fyri tosk og hýsu undan Føroyum nú er komin í hús, sigur virkisleiðarin á Vaðhorn Seafood, Jens Martin Knudsen.

Vilmund Jacobsen
2. september 2021 kl. 16:17

 

- Vit eru sjálvsagt positivir um, at toskur og hýsa nú hava fingið MSC-góðkenning, men vit hava higartil ongar trupulleikar havt við at selja okkara fiskavørur, har størstu marknaðirnir eru í Spania og Italia, og ávísir marknaðir eisini eru í Grikkalandi og Portugál.

Tað sigur Jens Martin Knudsen, virkiseiðari á Vaðhorn Seafood á Strondum, har tey burtur av arbeiða við saltfiski. Hann vísir á, at tey fáa at kalla ongar fyrispurningar frá keyparum um MSC-góðkenning - ella tað ganga ár ímillum, at slíkir fyrispurningar koma.

Virkisleiðarin vísir á, at Vaðhorn Seafood selur ikki so nógv beinleiðis til handilsketur, men hann heldur tað vera hugsandi, at fyrispurningar um MSC-góðkenning í størri mun fara at koma so hvørt, sum hesin parturin av marknaðinum fer at veksa.

- Fyri teir prísir, sum vit fáa fyri okkara fiskavørur, trúgvi eg ikki, at MSC-góðkenningin í løtuni hevur nakran týdning, men eg haldi kortini, at tað er gott og positivt, at góðkenningin fyri tosk og hýsu undan Føroyum er komin í hús.

Jens Martin Knudsen heldur, at MSC-góðkenningin í fyrsta lagi fer at koma útflutninginum av føroyskar hýsu til Bretlands til góðar, eins og hann væntar, at góðkenningin kann fara at síggjast aftur hjá eitt nú okkara frystilínuskipum, sum fiska og frysta tosk undir Føroyum.

- Tað er eisini hugsandi, at so hvørt, sum okkara smápakningur við útvatnaðum saltfiskavørum fer at veksa, fer sølan til handilsketur eisini at veksa. Tá kunnu vit rokna við, at fleiri fyrispurningar fara at koma um MSC-góðkenning, sigur virkisleiðarin á Vaðhorn Seafood.

Myndin er ikki tøk

 

 

 

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Veddingarfyritøkurnar hella til ein heimasigur til AB

1 tími síðan
Fótbóltur

EM-undankapping: U17-landsliðið misti sigurin í yvirtíðini

1 tími síðan
Hondbóltur

HØJ vann sjeynda sigurin á rað

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 20 mál

2 tímar síðan
Tíðindi

USA góðkennir sølu av Patriot-rakettum til Ukraina

3 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli er valdur á liðið fyri 6. umfar

3 tímar síðan
Tíðindi

Beinir ónøgdur við drálið um javnbjóðis luttøku

3 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen: Hvør er mín rødd?

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønland um­hugs­ar sína lut­tøku í norð­ur­lendska sam­starvi­num

7 tímar síðan
Tíðindi

Foreldrabólkur fyri foreldur at børnum, sum eru fødd ov tíðliga

7 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: Small States of Europe Team Championship í badminton

8 tímar síðan
Tíðindi

Tey rokast í Skúgvi í dag

9 tímar síðan