Eingin avtala er tó gjørd, og bæði amerikansk og evropeisk revsitiltøk standa í vegin.
Sambært fimm keldum hjá Reuters hava høgtstandandi amerikonsk og russisk umboð umrøtt møguleikan fyri, at ein amerikanskur íleggjari kann fáa ein leiklut í Nord Stream-gassleiðingunum.
Millum tey, sum sambært Reuters hava verið við í samrøðunum, eru Jared Kushner, serligur amerikanskur sendimaður og versonur hjá Donald Trump, og Kirill Dmitriev, sum er tættur ráðgevi hjá russiska forsetanum Vladimir Putin.
Kushner og Dmitriev hava hitt hvønn annan bæði í Moskva og New York seinastu vikurnar. Reuters skrivar, at tað er ógreitt, hvussu nógv Nord Stream hevur fylt í teimum fundunum, men sambært tveimum keldum er málið framvegis á dagsskránni.
Ein møgulig avtala hevði kunnað givið amerikonskum íleggjarum møguleika at tjena pengar upp á russiskt gass til Evropa, um kríggið í Ukraina endar og veitingarnar einaferð verða tiknar uppaftur.
Men nógvar stórar forðingar er framvegis.
Nord Stream-leiðingarnar eru raktar av bæði amerikonskum og evropeiskum revsitiltøkum, og tí hevði ein enduropning undir verandi umstøðum verið ólóglig. Ein amerikanskur embætismaður sigur við Reuters, at ein avtala tí ikki tykist sannlík enn á sinni.
Ein umboðsmaður fyri Hvítu Húsini sigur samstundis, at ongar nýggjar samrøður hava verið um Nord Stream. Umboðsmaðurin sigur tó, at møguligar framtíðaravtalur mugu samráðast millum Russland og amerikanska menningarbankan DFC og fíggjarmálaráðið og skulu gagna amerikonskum fyritøkum og skattgjaldarum.
Týska stjórnin er greitt ímóti at lata Nord Stream uppaftur. Talsfólk fyri týska búskapar- og orkumálaráðið sigur við Reuters, at Týskland hevur funnið aðrar gassveitingar, og at stjórnin ikki ynskir eina enduropning.
Áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022, keypti Týskland meira enn helvtina av sínum gassi úr Russlandi, stóran part gjøgnum Nord Stream. Leiðingarnar vórðu tiknar úr rakstri, eftir at Russland minkaði gassveitingarnar til Evropa, og í september 2022 vórðu tær raktar av undirvatnsspreingingum.
Russiska Gazprom eigur 51 prosent av felagnum, sum ræður yvir leiðingunum. Tvey týsk feløg eiga tilsamans 31 prosent, meðan restin er á fronskum og niðurlendskum hondum.
Málið kann gerast politiskt viðkvæmt í Evropa. Pólland og Baltalondini eru harðliga ímóti at gera seg bundin at russiskari orku aftur, meðan týski flokkurin AfD hevur sagt seg vilja lata Nord Stream uppaftur.
Reuters skrivar eisini, at Kushner og Dmitriev hava umrøtt aðrar orkuhandlar, millum annað møguliga sølu av ognum hjá russiska oljufelagnum Lukoil til eitt samtak við amerikanskari, qatarskari og emiratskari luttøku.
Myndatekstur: Jared Kushner og russiski forsetasendimaðurin Kirill Dmitriev undan einum fundi við Vladimir Putin í Kreml í Moskva 5. september. Teir hava sambært Reuters eisini umrøtt møguligar orkuavtalur millum USA og Russland. Foto: Mikhail Metzel/Sputnik/Pool via Reuters.