info
Ongi úrslit

Neyðlendi í Torp Lufthavn eftir royk í flogfarinum

Roykurin í ferðafólkaflogfarinum við 214 fólkum umborð stavaði frá einari iPhone

Vilmund Jacobsen
6. juli 2026 kl. 15:28

Eitt ferðafólkaflogfar við 214 fólkum umborð noyddist seinnapartin í dag at neyðlenda í Torp Lufthavn í Sandefjord í Noregi.

Sambært løgregluni var orsøkin, at roykur var í flogfarinum.

- Flogvøllurin var stongdur, meðan flogfarið lendi, og lendingin gekk uttan trupulleikar.

Tað sigur átaksleiðarin hjá løgregluni í økinum, Marius Daffinrud Fosvold.

Norska tv2.no veit frá samskiftisfólkinum í lufthavnini, Tine Kleive-Mathisen, at siga, at roykurin í flogfarinum stavaði frá einari iPhone.

Hon sigur, at flogvøllurin var stongdur í einar 15 minuttir, men læt uppaftur, eftir at ferðafólkaflogfarið hevði lent í øllum góðum.

- Øll ferðafólkini eru leysgivin, og eingin hevur fingið skaða, leggur samskiftisfólkið, Tine Kleive-Mathisen, hjá Torp Lufthavn aftrat.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

Í gjár kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Vejle vann grannauppgerðina móti FC Fredericia

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti við fimm málum - avrikaðu væl í seinna hálvleiki

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður biðið um frágreiðing um Bakkafrost-málið

2 tímar síðan
Tíðindi

Kanada tekur frástøðu frá USA í fíggjarætlan

3 tímar síðan
Tíðindi

Klaksvík: Biskupsstøðgøta breiðkað

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Universi­tets­sjúkra­hús á papp­ír­i­num, men hvar eru íløgur­nar?

5 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Láadal 35 ára starvsdag á Hotel Føroyum

5 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

5 tímar síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

6 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

6 tímar síðan