info
Ongi úrslit

Nógvir koronutilburðir: Frá sjey til 23

Seinasta samdøgrið eru heili 16 nýggir smittutilburðir komnir

Pætur Hjalmar Evensson
24. mai 2021 kl. 08:43

Í allan gjár hava leysasøgur gingið um, at fleiri nýggir smittutilburðir eru staðfestir. Og tað hevur verið nakað um tað, tí nú í dag síggja vit á nýggjastu tølunum, at talið er farið úr sjey og upp í 23. Tað vil siga, at heili 16 nýggir smittutilburðir eru staðfestir í gjár. Hetta er størsta talið av staðfestum tilburðum í einum í longri tíð.

Landslæknn hevur verið alment frammi og greitt frá, at smittan er leys í Føroyum. Seint í gjárkvøldið kom Róðrarsambandið við fráboðan um, at korona er staðfest millum rógvarar og áskoðarar, sum hava luttikið á ódnartøkum í Runavík leygardagin 22. mai. Um hesi 16 eru partur av hesum, vita vit ikki.

Men sambært myndugleikunum eru øll hesi 16 fólkini í hvussu er partur av kendari smittuketu. Talan er um bretska fyribrigdið B.1.1.7.

619 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. 16 nýggir tilburðir í 619 kanningum gevur eitt positivprosent, sum svarar til 2,6. Tilsamans eru nú gjørdar 264.101 kanningar.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

18 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta framúr gott mál móti Szeged (Champions League)

28 minuttir síðan
Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

7 tímar síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

8 tímar síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

8 tímar síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

8 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

9 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

9 tímar síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

9 tímar síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

9 tímar síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

9 tímar síðan