info
Ongi úrslit

OL-fótbóltur: Amerikukvinnur eru olympiskir meistarar

USA vann á Brasil í finaluni

Heri Simonsen
10. august 2024 kl. 19:35

USA er á fimta sinni í søguni olympiskur meistari í fótbólti hjá kvinnum.

USA vann í dag 1-0 á Brasil í olympisku finaluni, ið var leikt á Parc de Prince leikvøllinum í París.

Sigursmálið skoraði Mallory Swanson í 57. minutti. 

Dómarin legði 10 minuttir aftrat, men Brasil megnaði ikki at svara aftur.

USA vann eisini OL-gull á heimavølli í 1996, og so tríggjar ferðir á rað í 2004, 2008 og í 2012. 

Brasil hevur verið í trimum OL-finalum, men hevur tapt allar tríggjar finalurnar móti sama liði, USA.

38 ára gamli stórleikarin hjá Brasil, Marta má nú ásanna, at hon fer ikki at vinna olympiskt gull. 

Týskland vann bronsu við 1-0 sigri á Spania. Giulia Gwinn hjá Bayern München skoraði sigursmálið hjá Týsklandi.

Í olympisku kappingini hjá kvinnunum eru tað tey sterkastu liðini sum kappast. Í kappingini hjá monnum eru tað U23-landslið styrkt við trimum eldri leikarum, ið kappast. 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hvat stóð í Sosialinum tann dagin, tú varð føddur?

19 minuttir síðan
Tíðindi

Ársins orð í tíggju ár

29 minuttir síðan
Tíðindi

Grønland vil hava út­lendsk­ar í­løg­ur – men grøn­lend­ing­ar skulu fáa ágóðan

37 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Ukra­ina leyp á tvey russ­isk skip við Libya

1 tími síðan
Tíðindi

MYNDIR: Ellivu deyð eftir russ­iskt dronu­álop á bú­stað­ir nær Kyiv

1 tími síðan
Tíðindi

Vestmanna skal viðgera gjald fyri tóm hús

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan ávarar aftur um avpressing á netinum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 76 mál í 10 dystum

10 tímar síðan
Tíðindi

Íleggjarar lofta aftur Frihedsbrevet

10 tímar síðan
Hondbóltur

Sætta tapið á rað hjá Bergsøy

10 tímar síðan
Hondbóltur

GOG var fyri fyrsta tapinum - Skanderborg Aarhus vann

11 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

11 tímar síðan