info
Ongi úrslit

Reiðarafelagið tapti móti landsstýrinum í Hægstarætti

Reiðarafelagið vildi hava Hægstarætt at gera lógina um uppboðssølu ógilduga. Fyri løtu síðani fall avgerðin

Eirikur Lindenskov
6. mars 2024 kl. 11:19

Talan erum málið millum Reiðarafelagið og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið. Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men landsstýrið vann í Landsrættinum – og í morgun aftur í Hægstarætti.

Reiðarafelagið fekk loyvi at fara í Hægstarætt við málinum.

Tað var í lagi, tá landsstýrið í 2016 avgjørdi, at manningarnar ikki skuldu gjalda sín part av kvotunum, tá talan var um royndaruppboðssølur í 2016, segði Landsrætturin.

Eystari Landsrættur broytti í september 2022 dómin hjá Føroya Rætti, sum í januar í 2021 segði, at Fiskimálaráðið gjørdi seg inn á sáttmálan millum manningarfeløgini og reiðararnar, tá landsstýrið við lóg gjørdi av, at manningarnar ikki skuldu eiga lut í kostnaðinum.

Endurgjaldskravið hjá Reiðarafelagnum var slakar 18 milliónir krónur, men tað er bara fyri 2016, og kravið fyri 2017 er ikki kunngjørt enn.

Reiðarafelagið vildi fyrst hava Hægstarætt at staðfesta, um landsstýrið hevði endurgjaldsskyldu. Reiðarafelagið vildi hava Hægstarætt at gera lógina um uppboðssølu ógilduga við at vísa til, at talan var um brot á evropeiska mannarættindasáttmálan um felagsfrælsi. 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

42 minuttir síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

1 tími síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

1 tími síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

2 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

3 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

4 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

4 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

4 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

5 tímar síðan